Nú eru sjey ár liðin, síðan Kvinnuhúsið varð sett á stovn. Kvinnuhúsið hevur tí opið hús mikudagin 1. oktober frá kl. 16 til 18 í hølunum í KFUM, oman Pisuvarða 2 í Havn. Tá verður høvi hjá áhugaðum at støkka inn á gólvið at síggja húsið.
Í fjør gistu 17 konur og 14 børn í húsinum. Higartil hava átta konur og 11 børn gist.
Ráðgeving er hvørt hóskvøld frá kl. 19 til 21. Her fæst persónlig ráðgeving, antin við at ringja 17200 ella við at koma í Kvinnuhúsið. Møguleiki er at tosa við sosialráðgeva, løgfrøðing ella sálarfrøðing. Ráðgevingin, ið er fyri allar kvinnur, er ókeypis.
Kvinnur, sum seta seg í samband við Kvinnuhúsið, verða ikki skrásettar við navni ella øðrum, sum kann vísa aftur til teirra. Allar kvinnur, sum hava vaktir ella á annan hátt hava samband við arbeiðið í Kvinnuhúsinum, hava tagnarskyldu.
Arbeiðsmegin í húsinum er fyri meginpartin kvinnur, sum arbeiða sjálvbodnar, mest sum vaktir. Í løtuni eru 37 kvinnur aktivar, men ynskiligt hevði verið, at tað vóru fleiri. Kvinnur, sum hava áhuga fyri arbeiðinum í Kvinnuhúsinum, og sum kundu hugsað sær at verið við, kunnu ringja á tlf. 17200 ella hyggja inn á gólvið gerandisdagar millum kl. 10 og 16.30.
Øll áhugað eru vælkomin mikudagin 1. oktober millum kl. 16 og 18.