Klokkan 15.30 leygardagin verður avgerandi uppgerðin um FM í kvinnufótbólti í Klaksvík. KÍ og B36 eru í tættari kapping um FM heitið.
Undan uppgerðini hava bæði liðini 46 stig. KÍ málmunurin er 19 betri, og tí er tað neyðugt hjá B36 at vinna, um tað skal eydnast teimum at vinna FM, sum KÍ hevur átt patent upp á seinastu sjey árini.
Spenningurin er stórur í báðum legunum, og allir spælararnir eru tøkir. KÍ venjarin, Alexander Djordjevic, hevur verið uttanlands alla vikuna. Hann er á veg til hús aftur. Tað sama er B36 álopsspælarin Halltóra Joensen, sum býr niðri, men alt árið hevur verið partur av B36 liðnum.
At vánirnar eru góðar fyri framtíðar kvinnufótbólti í Klaksvík er staðfest í hesi vikuni.
Sambært heimasíðuni hjá Norðlýsinum hava gentur 14-17 ár hjá KÍ í hesi vikuni tryggjað sær FM heitið. Royn skuldi spæla síðsta dystin í Klaksvík í kvøld, men tær í Suðuroy hava givið avboð. Undan hesum síðsta dystinum í FM bólkinum hava bæði Skála og KÍ 9 stig. Skála er liðugt at spæla, og tí hevur KÍ nú tryggjað sær FM heitið.
Gentur 14-17 ár hjá KÍ fara á vøllin í kvøld klokkan 19.30, tá ið tær fara at fáa handað steyp og gullkrónur.
Tríggir av spælarunum á KÍ gentuliðnum eru partur av liðnum í 1. deild. Venjari hjá FM liðnum er Rannvá Andreasen, sum í nógv ár hevur verið ein tann besti spælarin í Føroyum. Hon hevur verið við til at vinna sjey FM. Í morgin fæst at vita, um hon og KÍ fara at vinna FM fyri 8. ferð ella um tað hesa ferð verður B36, sum fer at vinna FM.