Líkið av eini kvinnu er funnið í ferðamannaskipinum Costa Concordia, sum sigldi á ein boða út fyri italsku strondini fyri átta døgum síðani. Harvið er talið á deyðum nú komið á 12.
Nýggi leiðarin fyri bjargingartænastuni, Franco Gabrielli, greiðir frá, at tey tjúgu fólkini, sum framvegis ikki eru funnin, ivaleyst eru umborð á skipinum.
- Vit hava ikki sett nakra freist á, nær vit gevast við leitingararbeiðinum, sigur Franco Gabrielli. Ímeðan bjargingararbeiðið framvegis er í gongd, bera fólk nú ótta fyri, at ein stór náttúruvanlukka kann koma fyri. Skipið, ið er 290 metrar til longdar, inniheldur nógv brennievni og harímillum eisini rættiliga fitt av tungari dieselolju, sum kann fara at leka út í sjógvin. Í seinasta lagi sunnukvøldið skal avger takast, um hvussu sleppast kann av við brennievni á ein skilagóðan hátt. Tískil noyðist hollendska fyritøkan, Smit, ið hevur ábyrgdina av útpumpingini, at bíða eftir boðum, áðrenn hesin parturin av arbeiðinum kann byrja.
- Vit vóna, at vit kunnu halda áfram við bjargingararbeiðinum samstusndis sum brennievnið verður pumpað úr skipinum, men vit eru í løtuni noydd til at bíða, áðrenn vit vita meira, sigur Franco Gabrielli, sum leggur afturat, at bjargingarfeløgini vilja gera alt, fyri at oyggjabúgvarnir ikki skulu uppliva eina náttúruvanlukku orsaka av brennievninum umborð á Costa Concordia.
Ferðamannaskipið sigldi á ein boða út fyri Giglio í sunnara parti av Toscana fyri átta døgum síðani. Dykkarar og bjargingarfólk hava arbeitt dag og nátt fyri at finna livandi umborð á Costa Concordia, sum taldi 4.200 ferða- og starvsfólk. Hjálpararbeiðið er fleiri ferðir darvað, av tí at skipið stundum flytist, ímeðan tað liggur á boðanum.