Kvinnulandsliðið hevur ment seg hóast stórtapini

(Rás2) Hoyr drúgva samrøðu Tróndur Arge hevur gjørt við Pætur S. Clementsen, tekniskan stjóra og kvinnulandsliðsvenjara

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði í fótbóltspanelinum á Rás2 seinnapartin, har prátað var við Pætur S. Clementsen, sum er tekniskur stjóri hjá FSF, og hartil landsliðsvenjari hjá kvinnunum.

 

Fyrri parturin av samrøðuni snúði seg um ungdómsfótbóltin, sum nú verður skipaður øðrvísi við ólíka árgangum, sum U9, U11, U13 o.s.fr. Pætur S. Clementsen kundi m.a. avdúkað, at U15 dreingir fara komandi ár at spæla fullan vøll, og tað sama verður galdandi fyri nýggja U18 árgangin hjá kvinnunum.

 

Seinni parturin av samrøðuni snúði seg um kvinnulandsliðið, sum Pætur S. Clementsen venur. Pætur viðgongur, at tað hevur verið ein harður túrur higartil í HM-undankappingini við 0-11, 0-8, 0-8 og 0-5 tapum í fýra dystum ímóti Týsklandi, Ìslandi, Kekkia og Slovenia, og einari samlaðari málúrtøku uppá 0-32.

 

Pætur Smith Clementsen undirstrikar tó, at kvinnurnar hava ment seg, og alternativið hevði verið slettis ikki at verið við til HM-undankappingina.