Kvinnulandsliðið skal reisa seg

Eftir stórtapi móti Montenegro fríggjadagin, skal A-landsliðið við kvinnum reisa seg til dystin í dag, skrivar Fótbóltssambandið.

Seinast Føroyar og Aserbadjan leiktu var við Djúpumýru í Klaksvík. Mynd: Bjarni Enghamar

Síðsti dysturin hjá kvinnulandsliðnum í Nations League verður í dag á útivølli móti Aserbadjan. Kvinnurnar blivu avsmurdar í Montenegro fríggjadagin, so hetta er avgjørt ein møguleiki fyri at reisa seg, og harvið enda árið á betri hátt. Seinast Føroyar leiktu móti Aserbadjan, var á heimavølli 27. oktober, og tá endaði støðan 2-1 til útiliðið.

 

Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari, letur væl at fyrireikingunum:

 

– Vit hava vant tvær ferðir her niðri, og umstøðurnar eru góðar. Saman við hópinum hava vit arbeitt hart uppá at rætta tey tingini, sum ikki riggaðu seinast. Hetta er seinasti dystur í ár, og vit skulu reisa okkum og enda árið væl, sigur Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari.

 

Julia Naomi Mortensen er leikbannað, og verður tí ikki við til dystin móti í morgin. Nations League dysturin millum Aserbadjan og Føroyar verður týsdagin 5. desember kl. 15.00 føroyska tíð.

 

Dysturin verður vístur beinleiðis á R1 í Televarpinum.

 

Seinast Føroyar og Aserbadjan leiktu var við Djúpumýru í Klaksvík. Mynd: Bjarni Enghamar