Leygarkvøldið 26. mars verður verður konsert við Nicolinu á Kamarinum, Anniku Hoydal, Guðrið Hansdóttir og Eivør Pálsdóttir í ítróttarhøllini í Vestmanna Nú styttist til konsertina við Nicolinu á Kamarinum, Guðrið Hansdóttir, Eivør Pálsdóttir og Anniku Hoydal.
Góðir tónleikarar verða eisini at hoyra til konsertina. Fyrireikarnir vænta, at tað verður spennandi at hoyra eitt nú Anniku Hoydal saman við nøkrum av bestu tónleikarunum sum finnast í Føroyum. Konsertin sum verður í Ítróttarhøllini í Vestmanna leygarkvøldið 26. mars 2011.
Á Fjørukrónni í Vestmanna fer tað eisini at seta sín dám á veitingarnar, at eitt stórsligið tónleikatiltak er í bygdini.
Konsertin byrjar kl. 20.30.
Konsertin endar um kl 24.00 við felagssangi.
Fyrireikararnir siga í einari stuttari viðmerking, at áhugin fyri konsertini er stórur, og at longu nú eru nógv atgongumerki seld. Aftaná konsetina verður dansur á Bryggjuni við Tinganest.
Í sambandi við konsertina og dansin koyrir Náttarbussurin hjá Øssuri Christiansen soleiðis:
Kl.19.00 úr Havn Frá City Burger í Tórsgøtu.
Kl. 00.00 Frá Reyða Torgi í Vestmanna til Havnar eftir konsertina.
Kl. 04.00 Frá Reyða Torgi í Vestmanna til Havnar eftir Dansin.
Atgongumerki til konsertina við Nicolinu á Kamarinum, Anniku Hoydal, Guðrið Hansdóttir og Eivør Pálsdóttir eru at fáa í Tutl búðini, hjá eBillett.fo og hjá Magn í Vestmanna. Prísurin er 295 kr.