Eitt av heimsins størstu ítróttartiltøkum, Super Bowl, ið er stóra finalan í amerikanskum fótbólti, verður í ár spælt á Raymond James Stadium í Tampa, Florida. Hetta verður 55. útgávan av Super Bowl.
Dómaratoymið í Super Bowl er nú útnevnt, og ein av teimum sjey dómarunum, sum skulu døma Super Bowl, er Sarah Thomas. Hon gerst harvið fyrsti kvinnuligi dómarin í Super Bowl.
Høvuðsdómari verður Carl Cheffers.
- Hetta hevur hon uppiborið. Hennara avrik hava verið heilt fantastisk, sigur varaforsetin í NFL, Troy Vincent, í sambandi við útnevningina av Sarah Thomas.
Sarah Thomas er 47 ára gomul, og hennara leiklutur í Super Bowl verður "down judge". Hon dømdi sín fyrsta dyst í NFL í 2013, og hon gjørdist tá somueliðis fyrsta kvinnan, sum dømdi í NFL.
Liðini, sum hittast í Super Bowl tann 8. februar, verða vinnararnir av dystunum ímillum Tampa Bay Buccaneers - Green Bay Packers og Buffalo Bills - Kansas City Chiefs. Hesir dystirnir verða spældir nú sunnukvøldið.