Kvinnur: 62 prosent eru fyri harðskapi

Í morgin - leygardagin - fara grønlendingar at seta fokus á altjóða dagin um avtøku av harðskapi móti kvinnum.

- Harðskapur kann ongantíð rættvísgerast, og øll hava rætt til eitt lív uttan harðskap.

 

Tað sigur ráðharrin í sosialmálum í Grønlandi, Sara Olsvig, í samband við, at altjóða dagin hjá ST í morgin, sum setir fokus á harðskap móti kvinnum. Hon heldur, at boðskapurin er ógvuliga viðkomandi fyri Grønland, har kanningar vísa, at heili 62 prosent av øllum landsins vaksnu kvinnum hava verið út fyri harðskapi.

 

- Vit fara ongantíð at góðtaka harðskap í okkara landi. At 62 prosent av kvinnunum í Grønlandi hava verið fyri harðskapi, er eitt ógvuliga stórt tal. Tað vísir, at vit allatíðina noyðast at hava fokus á hetta mál.

 

Í tíðindaskrivi sigur Sara Olsvig, at ætlanin, sum hevði til endamáls at koma harðskapi móti kvinnum børnum til lívs, hevur havt við sær, at Grønland hevur fingið viðgerðarstovn fyri fólk, sum fremja harðskap, eins og eitt landsumfatandi viðgerðarstað fyri kvinnur raktar av harðskapi og teirra børn, eisini er vorðið veruleiki.

 

Ráðharrin sigur, at tvørfakliga samstarvið er styrkt, og grønlendska heimastýri ynskir at halda fram við tí arbeiði, sum nú er í gongd, eins og ein virkisætlan skal fremjast móti harðskapi.

 

Við einari virkisætlan, sum verður galdandi eftir 2017, verður fokus eitt nú sett á fyribyrging, og her verður eisini arbeitt við sálarligum harðskapi, øktari vitan um harðskap og menning av viðgerðarstøðum fyri kvinnur og børn, sum hava verið fyri harðskapi.

 

- Her skal eisini í enn størri mun takast hond um tey, sum fremja harðskap, sigur Sara Olsvig.