Kvinnur á tingi í fimmti ár

20. mars komandi er ein serligur dagur, tí tann dagin fyri fimmti árum síðani tók fyrsta kvinna sæti á tingi.

Tað var, tá Jona Henriksen tók fast sæti sum varafólk á tingi fyri Javnaðarflokkin.

 

Fyri ta tíð hevði eingin kvinna havt fast sæti á tingi. Men tvær ferðir áður høvdu kvinnur havt sæti okkurt stutt skifti, tá tingmaður hevði farloyvi. Fyrru ferð – og fyrstu fer nakrantíð – var tá Malla Samu­elsen í 1964 tók sæti á tingi fyri Marius Jo­hannesen úr Sjálvstýrisflokkinum. Seinnu ferð var tá Karin Kjølbro, sum tá æt Karin Joensen, tók sæti fyri Erlend Patursson eitt skifti í 1971.

 

Men við Jonu Henriksen hendi eitt skifti í føroyskum politikki, tí at tá fingu kvinnur fasta umboðan á tingi. Á næsta løgtingsvali, sum var í 1978, varð Jona Henriksen vald á ting, og helt hon soleiðis fram á tingi eftir valið. Nú sum vald tingkvinna. Tá var Karin Kjølbro úr Tjóðveldisflokkinum eisini vald á ting.

 

Nú altjóða kvinnustríðsdagurin er í dag, so er løgið at hugsa sær, at eingin kvinna hevur verið vald á teimum 17 løg­tingsvalinum, sum tá høvdu verið, síðani kvinnur fingu valrætt til Løgtingið í 1918. Tá høvdu menn valt og sitið á tingi í 126 ár.

 

Tað er eisini løgið, at vit við skomm kunnu staðfesta, sjálvt um kvinnur hava havt valrætt og valbæri til Løgtingið í 107 ár, so tók tað 57 ár at velja tær fyrstu á ting. Og sjálvt um vit settu allar kvinnurar, sum hava verið valdar á ting, inn í tingsalin, so fyltu tær ikki allar sessirnar. Tí vit hava bara valt 31 kvinnur tilsamans á ting. Tað er eisini nakað, vit eiga at gruna yvir.

 

So at siga at tað er ikki neyðugt við javn­støðulóg og ymsum skipanum at trýsta kvinnur fram, tað er møsn. Tað er neyðugt at gera serligar skipanir fyri at fáa kvinnur framat. Tað er so mangan staðfest, at skulu kvinnur hava vald, so skulu menn missa vald. Tað er ein trupulleiki – hjá monnum. Men tað er ein trupulleiki, sum í grundini einki petti hevur uppá seg.

 

Kanska áttu vit at gjørt 20. mars til ein merkisdag í politikki – at markera, at tá komu kvinnur upp í politikk. Og hví ikki seta ein standmynd av Jonu Henriksen uttan fyri Løgtingið? Tað hevði sømt seg.

 

Hagtølini vísa okkum týðuliga – 31 ting­kvinnur og 365 tingmenn – at her langt eftir á mál at røkka javnstøðu millum kvinnur og menn. Tað eiga vit at gera nakað við.

 

– Góðan kunnustríðsdag!