Kvinnur á Asfalt

Nógv hevur verið tosað um manglandi kvinnuligu luttøkuna á føroyska tónleikapallinum, og serliga í Prix Føroyum hevur talið av kvinnum verið sera lágt, men á Asfalt eru fleiri spennandi nýggj kvinnunøvn á skránni.

Tónleikur


Vit hava longu skrivað um fleri kendar kvinnurøddir, ið verða á Asfalt, so sum Margretha á Rógvu í Brama, Sølva Ford í Ford Siesta, Angelika Nielsen og Sharon Weiss í Kvonn, og einstaklingarnir Lív Hansen, Guðrið Hansdóttir og Rannvá Jacobsen.

Men trý onnur spennandi kvinnunøvn eru Tórfríð Tavsen, Annika Vang og Vígdis. Hetta seinasta navnið er ein tvímansbólkur við Vígdis Fjallstein og Árna Joensen. Vígdis byrjaði sum ein uppgáva til ein einfaldan sang. Hetta hevur síðani ment seg til arbeiði at gera eina fløgu.

Í arbeiðinum við ljóðmyndini hava tey framført til ymisk høvi. Æltanin er at halda fram við at gera fløgu og at fáa tónleikin út til fleiri áhoyrarar. Intrumenteringin er einføld við sangi og gittara, og tónleikurin er melodiøsur og egin, tó okkurt hissini coverlag eisini stingur seg upp í live-høpi.

Tórfríð Tavsen hevur sungið, síðani hon var smágenta í ymiskum kórum og bólkum. Við sær á pall á Asfalt 2007 hevur hon Dánjal Tavsen, Kára Mikkelsen, Terja Johannesen og Høgna Ole-Jacobsen. Tó framførir hon eisini ofta til ymisk høvi sum einstaklingur.

Annika Vang er eitt rættuliga óskrivað blað á Føroyska Tónleikapallinum. Hóast sín unga aldu smæðist Annika ikki burturímillum. Hon hevur td. spælt konsertir í Losjuni í Gøtu og í Virkishúsinum í Klaksvík. Hesar framførslur hava verið sera væl móttiknar og tað verður áhugavert at fylgja hesi ungu tónlistarkvinnuni í framtíðini.