Hoyvíkar kirkja verður sostatt karmur um henda altjóða kvinnubønardagin í Føroyum í kvøld klokkan 19:30.
- Her eru allar kvinnur vælkomnar til eina felagskirkjuliga gudstænastu, siga fyrireikararnir av føroyska tiltakinum.
Hesin kvinnubønardagurin er ein heimsumfatandi og felagskristiligur bønardagur, har kvinnur úr øllum heiminum koma saman at biðja. Evnið í ár er “Lat rættvísa sigra” og eru tað kvinnur úr Malaysia, ið hava lagt skránna til rættis.
Í dag eru meir enn 170 lond við í bønarfelagsskapinum. Í Føroyum eru 10 samkomur umboðaðar.
Fólkakirkjan gjørdist limir í Altjóðakvinnubønardegnum í fjør, og er her umboðað av Hildigunn Steinhólm og Ann Dahl Hansen.