Vinnuhúsið skrivar, at hækkandi sjúkrafrávera hjá arbeiðarum fær ta samlaðu fráveruna at hækka, vísa nýggj donsk hagtøl. Síðsta ár vóru kvinnuligir arbeiðarar vekk frá teirra arbeiðsplássi 11. hvønn arbeiðsdag - í miðal. Frá 1998 til 1999 hækkaðu árligu fráverudagarnar úr 20 til 21. Tað er heldur hægri persónlig frávera, sum hevur ført til, at fráveran hjá kvinnuligum arbeiðarum svarar til talið av arbeiðsdøgum í einum mánað. Harafturímóti er barnsburður og 1. sjúkradagur hjá barninum ein sindur minni av fráveruni.
Tað er tey nýggju fráveruhagtølini fyri 1999 hjá tí Danska Arbeiðsgevarafelagnum, sum skjalprógva sjúkrafráveruna. Í mun til 1998 vísa tølini ein lítla hækkan í tí samlaðu fráveruni á tí privata arbeiðsmarknaðinum. Sjúkrafráveran og tann samlaða fráveran hækkaði eisini eitt sindur fyri mannligar arbeiðarar í 1999. Teir vóru í miðal vekk frá arbeiðsplássinum 18. hvønn arbeiðsdag, tá ið frítíðin ikki verður tald við.
Hækkandi persónlig sjúkrafrávera
Sjúkrafráveran hjá teimum kvinnuligu arbeiðarunum hækkaði frá 1998 til 1999 úr 5,8 til 6,4 prosent av teirru samlaðu fráveru á 9,3% av arbeiðstíðini - svarandi til ein sjúkradag meira um ári.
Hinvegin fall barnsburðarfarloyvi (til 1,7 %), meðan frávera orsakað av 1. sjúkradegi hjá barninum var óbroytt (á 0,3 %).
Hjá mannligum arbeiðarum hækkaði sjúkrafráveran eisini eitt sindur, úr 5,4 til 5,6% av arbeiðstíðini - grundað á bæði meira sjúkrafráveru og meira frávera orsakað av 1. sjúkradegi hjá barninum (sum nú er 0,2%).
Hækkar í einum hákonjunkturi
Eldri DA-sundurgreiningar vísa, at sjúkrafrávera typiskt hækkar í einum hákonjunkturi. Sum ein tummilfingraregul økir eitt fall í arbeiðsloysinum á 1 % sjúkrafráveruna millum arbeiðarar við 4% , men ávirkar ikki fráveruna hjá starvsmonnum.
Ein av fleiri møguligum frágreiðingum um hesa konjunkturávirkan kann vera, at eitt fall í arbeiðsloysinum ger, at ein eitt sindur veikari partur av arbeiðsstyrkini kemur í arbeiði.
Arbejdsgevaragjald broytir ikki
Ein onnur DA-sundurgreining vísti fyri nøkrum árum síðani, at bæði longdin og tali av sjúkratíðarskeiðum í royndum ikki hevur samband við, hvussu fáar ella nógvar vikur arbeiðsgevarin rindar sjúkradagpening ella løn undir sjúku.
Hinvegin merkja tey fíggjarligu viðurskiftini hjá arbeiðarunum rættiliga nógv fyri vavið av sjúkrafráveruni:
Tá ið karensdagarnir vórðu avtiknir í 1987 og tað arbeiðsgevaragoldnað tíðarskeiðið stytt úr 13 til 5 vikur, viðførdi tað eina hækkan á 22 % í talinum av sjúkratíðarskeiðum hjá arbeiðarum.
(Kelda Vinnuhúsið)