Kvinnur hittast til bøn

Leygarkvøldið fara kvinnur úr ymiskum samkomum at seta hvørji aðrari stevnu í Miðlahúsinum í Vágsbotni.

Her er talan um kvinnur, sum eru við í tvørkirkjuliga felagsskapinum Aglow, sum hevur deildir kring allan heimin.
Á slíkum fundum kunnu hesar kvinnur, og kvinnur sum ikki ganga í nakrari samkomu, koma saman um Guds orð. Við vitnisburðum, lovsangi og forbøn veru tær soleiðis við til at styrkja og uppmuntra hvørja aðra í kristiliga lívinum.
Í Føroyum eru seks slíkir Aglow-bólkar, sum hittast við regluligum millumbilum. Hesir bólkarnir eru í Norðoyggjum, Eysturoy, Vágum, Havn, Sandoy og í Suðuroy.
Forkvinna í landsleiðsluni fyri Aglow í Føroyum er Elisabeth Joensen úr Sørvági.