Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, skal nú greiða løgtinginum, og almenninginum frá, hvussu tað ber til, at føroyskar kvinnur ikki sleppa til kanningar at vita um tær hava krabbamein í bróstunum, hóast tær hava ávísing frá kommunulækna.
Nakrar ferðir í seinastuni er komið fram, at Landssjúkrahúsið hevur sett nýggjar leiðreglur í gildi og avleiðingin av tí er, at kvinnur sleppa ikki til kanningar, hóast tær hava ávísing frá kommunulækna, tí knyklar eru funnir í bróstunum.
Seinast var ein kvinna nú ein dagin í KvF og greiddi frá, at hon hevði bíðað í fýra mánaðir eftir at sleppa til kanningar, men at hon varð avvíst, hóast hon hevði ávísing frá kommunulækna.
Nú hava tær báðar tingkvinnurnar, Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, og Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkin, spurt Karsten Hansen, hví hendan støðan hevur tikið seg upp. Og tað skal Karsten Hansen alment greiða frá mikudagin. Tær vísa á, at Kommunulæknafelagið hevur víst á, at nýggju leiðreglarnar føra við sær, at í summum førum verður krabbameinið staðfest ov seint.
Tær báðar tingkvinnurnar vilja hava at vita hvussu tað ber til, at nógvar kvinnur skulu ganga bangnar, tí tær ikki sleppa til kanningar og tær vilja eisini hava at vita, hvussu nógvar kvinnur, ta laan er um, og, hvussu nógvar yvirhøvur standa á bíðilista til at verða kannaðar fyri bróstkrabba.
Tær vilja eisini hava at vita, hvussu long bíðitíðin er, og hvussu nógvar kvinnur mugu bíða longri enn 14 dagar eftir eini slíkari kanning.
Tær báðar tingkvinnurnar vísa á, at støðan, sum er íkomin, hoyrir ikki heima í eini nútímans heilsuverki, tí tað er altavgerandi, at sjúkan verður staðfest tíðliga.
Hinvegin hava kanningar víst, at í mongum førum verður bróstkrabbi staðfestur ov seint í Føroyum. - Í Danmark sleppur ein kvinna til kanning innanfyri 14 dagar, men í Føroyum mugu tær bíða munandi longur, siga tær.
|