Nú er tað enn einaferð staðfest, sum tey flestu longu halda seg vita, Og tað er, at konufólk koyra ikki líka skjótt sum mannfólk - men munurin er ikki serliga stórur, kortini. Hetta er úrslitið av eini kanning, sum Ráðið Fyri Ferðslutrygd hevur gjørt. Lóður hevur spurt bilførarar um alt landið um, hvussu tey bera seg at í ferðsluni, og hvønn hugburð tey hava til hámarksferðina.
Og tað gongur sjón fyri søgn, at menninir siga, at teir koyra skjótari enn kvinnurnar siga, at tær koyra. Har tað er loyvt at koyra 80, siga menn sum heild, at teir koyra 88,1 kilometrar um tíman. Men hóast kvinnur koyra spakuligari, koyra tær kortini skjótari enn gott er, tí tær koyra 86,5 kilometrar um tíman, ella bara eitt lítið sindur spakuligari enn menn.
Sama myndin ger seg galdandi í bygdum øki har tað er loyvt at koyra 50. Har upplýsa menn, at teir koyra 53 kilometrar um tíman, og kvinnur siga seg koyra 51,4 kilometrar um tíman.