Hesin bønardagurin hevur mong ár á baki, og hevur savnað kvinnur úr nógvum saman í bøn. Og soleiðis verður eisini í ár.
Fríggjadagin í næstu viku verður sostatt høvið hjá hesum kvinnum at savnast á trimum støðum – í Filadelfia í Havn, í Frelsunarherinum í Vági og í Emmaus í Klaksvík. Á øllum støðum byrjar tiltakið kl. 19:30.
Umframt at koma saman til tann andaliga felagsskapin og bønarhaldið, verður altíð savnað inn til eitthvørt endamál.
Í ár verður høvið hjá kvinnunum at savna pening inn til trý endamál:
Eitt skeið fyri 99 kvinnur í afrikanska landinum Liberia, arbeiðið í grønlendsku Fríkirkjuni í Nuuk og til kristilig arbeiðir í Litauen, Ukraine og í afrikanska landinum Malawi. Ein fastur prosentpartur fer til heimsrørsluna fyri einum altjóða bønardegi.
Tað eru kvinnur í Suðuramerikanska landinum Guyana, sum hava gjørt teir serstøku bønartekstirnar til henda dagin. Evnið í ár er »Guds vísdómur gevur nýtt innlit«.