Kvinnur í Norðurlondum á Landsbókasavninum

Kvinnur í Norðurlondum er evnið á bókasavnsvikuni og tað hoyra vit meiri um á Landsbókasavninum í kvøld Í hesi vikuni er bókasavnsvika og í hesum sambandi verður tiltak á Landsbókasavninum í køld. Tiltakið er bæði alment og ókeypis. Í bókasavnsvikuni hesuferð, er evnið ?Kvinnan í Norðurlondum? og í kvøld klokkan 19 verður tiltak á Landsókasavninum, har Laura Joensen fer at lesa brot úr skaldsøguni Kristin Lavransdóttur eftir Sigrid Undset í føroyskari týðing.

Malan Marnersdóttir fer at halda fyrilestur um tær fyrstu føroysku skaldkonurnar, og Bergtóra Hanusardóttir fer at greiða frá, hvussu tað er at vera kvinnuligur høvundur í Føroyum.

Tónleikinum á tyiltakinum fara Anna Maria Olsen, Bjarki Meitil og Rúni Eysturlíð at taka sær av.

Høvi verður eisini at síggja framsýningina ?Føroyskar skaldkonur?, sum Landsbókasavnið hevur gjørt til dagin.