Kvinnur í politikk?

Nú, uppundir komandi býráðsval hevur serliga nógv verið tosað um, at kvinnur skulu verða meira virknar í politikki, og fleiri kvinnur eru eisini uppstillaðar hesaferð.

 

Maria á Dul

valevni Fólkafloksins til Tórshavnar býráð



Nú er so upp til veljaran at gera nakað við tað!

Men hví skulu kvinnur vera virknar í politikki?

Jú! Um tú skalt fáa nóg breitt grundarlag at taka avgerðir út frá er neyðugt at fáa lýst støðurnar frá øllum sjónarhornum. Tað fæst ikki bara við monnum.

Javnvág má inn í avgerðargrundarlagið ? avgerðirnar!

Tað er væl kent, at har menn hugsa í eindum, hugsa kvinnur í heildum, menn hugsa meira um tey »hørðu« tingini, havnir o. s. v., kvinnur hugsa meira um tey »bleytu« tingini, heilsu - og sosialmál o.s.v., harvið sjálavndi ikki sagt, at tað eina er meira týdningarmikið enn hitt, ella at bæði kyn ikki duga at taka avgerðir um bæði, men við eisini at velja kvinnur inn í býráðið er størri møguleiki fyri at tær avgerðir tiknar verða, vera til frama fyri heildina.

Gott val!