MISNÝTSLA
Sløk 300 fólk eru í viðgerð fyri rúsdrekka- og rúsevnismisnýtlsu á teimum tveimum viðgerðarstovnunum um árið. Hetta vísa hagtøl, sum eru at lesa í ársfrágreiðingini hjá Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum fyri 1999. Hetta árið vóru í alt 156 fólk í viðgerð á Heilbrigdinum á Velbastað og 130 á Blákrossheiminum í Havn. Á báðum stovnunum er nógv tann størsti parturin menn. Av teimum 156 fólkunum, ið vóru í viðgerð á Heilbrigdinum, vóru bert 23 kvinnur. Á Blákrossheiminum vóru 14 kvinnur.
Eftir øllum at døma eru tað tey tilkomnu, serliga tey 40-50 ára gomlu, sum eru mest útsett. Hyggja vit at hagtølunum fyri Blákrossheimið umfatar hesin aldursbólkurin ikki færri enn 53 fólk ella 40%. Næst størsti bólkur er eisini rættiliga stórur. Hann fatar um tey 50-60 ára gomlu og tey vóru 33 í tali, ella 25 % av samlaða talinum. Við øðrum orðum sæst, at av øllum, ið vóru í viðgerð í 1999 á Blákrossheiminum, vóru ikki færri enn tveir triðingar í aldrinum 40-60 ár. Hinvegin vísa tølini, at eittast, - um tað er rætta orðið at brúka í hesum sambandi, - 8 fólk í aldrinum 20-30 ár vóru í viðgerð í 1999. Hetta er ein minking í mun til 1998, tá 12 í hesum aldursbólki vóru í viðgerð.
Alkoholpolitikkur munar
Um tað sama ger seg galdandi á Heilbrigdinum, síggja vit ikki í ársfrágreiðingini, tí har er ikki gjørt upp í aldursbýti. Hinvegin síggja vit har, hvønn trupulleika sjúklingarnir hava. Sum vera man er tað framvegis rúsdrekka flest fólk hava trupulleikar av, men rúsevni, tablettir og onnur narkotisk evni hava seinastu árini rættiliga hálað seg inn. Hyggja vit at nýggjastu hagtølunum, teimum frá 1999, vóru 87 fólk í viðgerð fyri rúsdrekkatrupulleikar, 50 fyri rúsdrekka og tablettir, og 39 fyri rúsdrekka, tablettir og hasj. Tølini fyri 1995 fyri somu bólkar vóru ávikavist 86, 63 og 21.
Hagtøl frá Heilbrigdinum fyri øll árini vísa, at trupulleikarnir hjá kvinnunum, sum fara í viðgerð fyri misnýtslu, eru samansettir. Hjá flestum teirra stava teir bæði frá rúsdrekka, tablettum og hasj. Seinastu árini hava tær kvinnur, ið bara hava rúsdrekkatrupulleikar, verið fáar í tali, í 1998 vóru tær 5 og í 1999 eingin.
Hvørji onnur narkotisk evni enn tey, sum hava verið frammi í nógv ár, eru í umfari, fæst ikki at vita í hagtølunum. Tey, ið fara í viðgerð fyri trupulleikar av øðrum narkotiskum evnum, eru framvegis fá, í 1996 vóru tey 9, men í 1999 eingin.
Flestu teirra, sum verða innløgd á Heilbrigdinum, koma ígjøgnum AA-stuðlabólkin, lækna, sjúkrahúsverkið, og familju- og hjúnafelaga. Men sum skilst eru tað fleiri arbeiðspláss sum senda fólk í viðgerð nú enn áður, hetta orsakað av, at fleiri arbeiðspláss hava ein alkoholpolitikk.