Kvinnurnar bæði vunnu og taptu í dag

U19 NEVZA 2022, kvinnur:  Taptu fyri Íslandi, vunnu á Onglandi og endaðu á fimta plássi

Føroyar skuldu vinna á Íslandi í morgun, um tær ætlaðu at vera “best of the rest” og gerast nummar fimm í kappingini, frammanfyri Ísland og Ongland. Føroyska liðið fekk ein flúgvandi byrjan og vunnu fyrsta settið 25-19. Tað styrkti um vónina. Javnt var til 12-12, tá Føroyar fóru undan og vunnu settið greitt, skrivar Flogbóltssambandið.

 

Vónin fekk tó eitt skot fyri bógvin, tá Ísland legði seg framum 7-0 í øðrum setti og vann 25-18. Í triðja setti gekk av skriðuni, og Ísland hevði longu fingið 10 stig, tá Føroyar fingu sítt fyrsta. Tá vendist ikki aftur, og Ísland vann 25-14.

 

Ísland hevði hug at renna undan okkum aftur í fjórða seti og legði seg á odda 14-7, 17-10 og 18-12. Men enn ein avsmurning vildu tær føroysku altso ikki hava sitandi á sær og kempaðu seg tí innaftur í dystin og javnaðu til 22-22. Ísland fekk tó dystarbólt við støðuna 24-23, men hann yvirlivdu Føroyar, og eisini tann næsta, men tann triðja gagnnýtti Ísland og vann settið 27-25. Vit halda at tær føroysku høvdu uppiborið at fingið tjansin at avgjørt kappingina um 5. plássið í einum javnbrótara.

 

Men so skuldi ikki verða, og av tí at Ísland hevði vunnið 3-2 á Onglandi í gjár, var greitt, at Ísland hevði tikið 5. plássið, og at Føroyar skuldu vinna á Onglandi seinni sunnudagin, um Føroyar ikki skuldu enda aftast í kappingini.

 

Óttaðist onkur tað, varð skjótt at sanna, at tað fór ikki at henda. Føroyar vunnu fyrsta sett uttan himpr, og løgdu seg á odda 15-0 í øðrum setti! Ongland slapp síðan at fáa sjey, áðrenn Føroyar fingu sítt fimmogtjúgunda stig.

 

Í triðja setti legði Ongland seg á odda 14-12, áðrenn Føroyar táttaðu í, og so líðandi vunnu seg avgerandi framum og vunnu settið 25-20 og dystin 3-0. Tað merkir sostatt, at Føroyar blivu nummar seks í kappingin; Ongland nummar sjey og Ísland nummar fimm.

 

Kappingin um 5. til 7. pláss:

 

Ísland – Føroyar: 3-1 (19–25, 25–18, 25–14, 27–25)

 

Ongland – Føroyar: 0–3 (15–25, 7–25, 20–25)

 

Føroyska U19 kvinnulandsliðið:

 

Nr. 12 Ingibjørg Sigridardóttir Müller, Mjølnir

 

Nr. 1 Johanna Christiansdóttir, TB

 

Nr. 9 Milja Silvansdóttir, KÍF

 

Nr. 15 Emma Michala Sannino, Fleyr

 

Nr. 14 Anna Arnholdsdóttir, Mjølnir

 

Nr. 10 Nicola Toftegaard, Ikast KFUM

 

Nr. 5 Tóta Búadóttir, Fleyr

 

Nr. 2 Helena Skylv Hansen, Fleyr

 

Nr. 11 Sofía Weihe Simonsen, SÍ

 

Nr. 6 Sólfríð Poulsen, SÍ

 

Nr. 13 Janna Falkvard, SÍ

 

Nr. 8 Paula Nattestad Joensen, SÍ

 

Venjari: Kristian Mikkelsen

 

Hjálparvenjari: Annika á Stongum (ikki á myndini)