Kvinnurnar byrja klokkan 13.30

Eins og við hondbóltsfinalunum seinasta leygardag, so verður nevnliga byrjað klokkan 13.30 við kvinnufinaluni.

Tá hendan er av, er sjálvandi steypahandan við meira á skránni, og so verður farið undir mansfinaluna.

Finalurnar verða nú leygardagin, og sum vant er Ítróttarhøllin á Hálsi í Havn karmur um dystirnar.