Kvinnurnar mugu vilja sjálvar

- Tað ber ikki til at noyða kvinnur at stilla upp. Tær mugu vilja tað sjálvar, sigur Sigga Óladóttir Joensen, forkvinna í Demokratia

Kvinnurnar verða eftir nýggjár verri umboðaðar í teimum 30 kommunustýrinum, enn tær hava verið seinastu fýra árini.
Fyri fýra árum síðan 31 prosent av valdu kommunustýrunum kvinnur, við hetta valið fall talið niður á 30 prosent.
- Eg kenni ikki orsøkina, og spurningurin er neyvan so einfaldur, sigur Sigga Óladóttir Joensen, forkvinna í Demokratia.
Talið av kommunustýrislimum í landinum er fallið eitt sindur siðan seinasta val, tí kommunur hava lagt saman. Tí eru færri sessir at stríðast um.
Men tað vóru eisini væl fleiri kvinnur, sum hesa ferð stillaðu upp samanborið við fyri fýra árum síðan. Seinast stillaðu 243 kvinnur upp, nú bara 211.
- Eg eri bangin fyri, at fleiri kvinnur aftra seg í at stilla upp, og tað er ilt at gera nakað við. Tað ber ikki til at noyða kvinnur at stilla upp. Tær mugu vilja tað sjálvar, sigur Sigga Óladóttir Joensen.
Hon varð hesa ferð vald í býráðið í Fuglafirði sum einasta kvinna. Har gekk ómetaliga illa at fáa kvinnur á listarnar.
Demokratia gjørt eitt stórt arbeiði við at fáa kvinnur at stilla upp. Fleiri fundir vóru, og kvinnur í politikki greiddu frá, hvat politiskt arbeiði.
- Vit fara í næstum at hava nevndarfund í Demokratia, og tá mugu vit fara at tosa um, hvat vit kundu havt gjørt øðrvísi, og hvat vit kunnu gera betur til næstu ferð, sigur Sigga Óladóttir Joensen.