Kvinnurnar spældu javnt ímóti Norðurírlandi

Hóast føroyska liðið var undir trýsti, so eydnaðist tað at megna 0-0 ímóti Norðurírlandi

 

Tað endaði 0-0, tá ið Føroyar og Norðurírland í kvøld spældu kvinnulandsdyst á Tórsvølli.

 

Talan var ikki um nógvar málmøguleikar, og samanspælið var ongantíð serliga væl skipað.

 

Norðurírland hevði mesta partin av tíðini meiri trýst á føroyska málið.

 

Í evstu løtu tiltuskaði Norðurírland sær  stóran málmøguleika, men Malena Josephsen blokeraði til horna, sum einki spurdist burturúr.

 

Føroyska liðið er ikki longur aftast í bólkinum. Í dag tapti Bosnia Hersegovina 3-1 á heimavølli ímóti Skotlandi. Harvið er Bosnia Hersegovina aftast við einum stigi, meðan Norðurírland og Føroyar hava tvey stig.

 

 

----------

90+3. min 0-0

Norðurírland hevur havt risa møguleika, men Malena Josephsen blokeraði til horna, sum einki spurdist burturúr.

Føroyar skifta Milju Simonsen inn í staðin fyri Ansy Sevdal.

 

 

90 min. 0-0

Randi Wardum í føroyska málinum er mest eyðsýndi spælarin á heimaliðnum. Norðurírland pressar, men í lítlum løtum er um reppið, at Rannvá B. Andreasen, Heidi Sevdal og Eyðvør Klakstein eru tætt við.

4 minuttir lagdir aftrat.

 

 

85 min. 0-0

Heidi Sevdal hevur tiltuskað føroyska liðnum hornaspark, sum Annika Petersen legði innfyri, men einki spurdist burturúr.

 

 

80 min. 0-0

Stríðsviljin er góður, men mótstøðuliðið er stinnari. Norðurírland kennist hava størri orku enn føroyska liðið.

Nú oysregnar tað.

 

 

75 min. 0-0

Nú er trýstið á føroyska málið ikki so støðugt, sum tað var eina løtu.

Ansy Sevdal og Heidi Sevdal hava roynt seg í dupult møguleika.

 

 

70 min. 0-0

Føroyska liðið er illa kroyst. Bólturin verður sparkaður fram, og tað kemur næstan ikki fyri, at føroyska liðið megnar at samanspæla á mótstøðuhálvuni.

Í einstøkum føri eydnast at senda langt fram til Heidi Sevdal.

 

 

65 min. 0-0

Norðurírland er oftari í føroyska brotsteiginum, og tað er ikki frítt, at tað luktar av norðurírskum máli.

Annika Petersen er komin á vøllin í staðin fyri Lív Arge (63.)

 

 

60 min.: 0-0

Fríðrúnn Danielsen hevur ligið skadd á vøllinum, men hon er komin fyri seg aftur. Miðvallarin hevur staðið seg væl.

Tað gongur illa at fáa skipað samanspæl í lag.

 

 

 

55 min.: 0-0

Norðurírland hevur havt bóltin í netinum aftanfyri Randi Wardum, men dómarin bríkslaði fyri rangstøðu.

 

 

 

50 min.:0-0

Støðan er tann sama, og gongdin líkist tí undan steðginum. Tað er lítið skipað spæl, og ógvuliga fáir møguleikar.

 

Tað verður gjørt klárt at fara undir aftur dystin á Tórsvølli. Olga Kristina Hansen er farin av vøllinum, tí hon er skaðaplágað. Í staðin er Eyðvør Klakstein komin inn á føroyska liðið. Tað var hon, sum skoraði føroyska málið í 1-1 javnleikinum ímóti Bosnia Hersegovina.

 

 

 

Føroyar - Norðurírland 0-0 (0-0)

 

Hálvleikur: Einki mál komið í fyrra hálvleiki. Talan var ikki um nakran stóran málmøguleika og sum heild, so var talan eisini um ein javnan dyst. Føroyska liðið hevur havt vindin í ryggin. Nú er spurningurin um tað hevur havt eina stóra ávirkan.

 

44.min: Nadene Caldwell fær gult kort fyri at fella Heidi Sevdal miðskeiðis á vøllinum.

 

38.min: Tað er púra javnt á vøllinum higartil. Føroyska liðið roynir at senda Heidi Sevdal avstað, men higartil hevur tað ikki eydnast.

 

27.min: Tað er føroyska liðið við vindinum í rygginum, sum leggur trýst á Norðurírland, men tað er torført at koma í góðar støður. Olga Kristina Hansen hevur skotroynd, men omanfyri.

 

22.min: Tað er minni munurin á liðnum. Tað er heilt greitt, at gestirnir úr Norðurírlandi eru vanar við at spæla kropsligan fótbólt og vinna flestu av tvídystunum. Upp til fleiri ferðir liggja okkara eftir á.

 

15.min: Føroyska liðið hevur verið um reppið at spælt Ravvná og Heidi í góðar støður, men enn manglar tað seinasta.

 

10.min: Føroyska liðið hevur havt eitt uppspælt álop, men annars tykist Norðurírland verða eitt vet sterkari enn okkara.

 

Dysturin er byrjaður. Tað er eitt lot omaneftir vøllinum og okkara hava vindin undan í fyrra hálvleiki. Okkara málverji, Randi Wardum, verjir málið undir fimleikahøllini.

 

Føroyar: (4-2-3-1)

Randi Wardum – Sigrun Kristiansen, Malena Josephsen, Liljan av Fløtum Petersen, Fríðrunn Danielsen - Ansy Sevdal, Oddrún Danielsen – Lív F. Arge, Olga Kristina Hansen, Heidi Sevdal – Rannvá B. Andreasen

Á bonkinum: Monika Biskopstø, Ásla Johannesen, Laila Pætursdóttir, Eyðvør Klakstein, Annika Petersen, Milja Simonsen og Elin Maria Isaksen

 

Norðurírland: (4-3-3)

Emma Higgins - Alexandra Hurst, Julie Nelson, Ashley Hutton, Lyndsey Corry - Nadene Caldwell, Lynda Shepherd, Marissa Callaghan - Danielle McDowell, Sarah Connolly, Rachel Furness


Á bonkinum: Krystal Parker, Rachel Cromie, Hannah Doherty, Amy McGivern, Sarah Venney, Laura Rafferty og Lauern Wade