Aimé Jacobsen verður nýggjur borgarstjóri í Sørvágs kommunu. Tað veit Vágaportalurin at siga í dag.
Aimé Jacobsen gjørdist toppskorari á lista A, sum eisini fekk meirilutan av umboðunum í kommunustýrinum. Tað skuldi tó ikki vísa seg at at vera so líkafram at skipa seg.
Keldur hjá in.fo siga, at ósemja stakk seg upp millum trý av umboðunum á Lista A og nýggja umboðið, Jóhan Fróa á Ørg. Jóhan Frói á Ørg, sum seinastu setu umboðaði lista B, stillaði hesa ferð upp fyri lista A og varð næstvaldur á listanum.
Tá semja ikki kundi finnast á listanum, varð leitað uttan fyri, og tá eydnaðist tað Aimé Jacobsen at fáa stuðul frá Anne Sophie Nordendal, trið valdu á list B.
Tey hava tí skipað seg við Aimé Jacobsen sum borgarstjóra meðan Anne Sophie Nordendal verður varaborgarstjóri. Tær vera fyrsti kvinnuligi borgarstjóri og varaborgarstjóri í Sørvágs kommunu, skrivar Vágaportalurin. Hetta merkir, at báðar kommunurnar í Vágunum hava kvinnuligan borgarstjóra og varaborgarstjóra.
Í meirilutanum sita so tær báðar saman við Marnu Kárvør Jacobsen og Jákup á Stongum. Í minnilutanum sita fráfarandi borgarstjórin Sune Jacobsen, Elsebeth Jóhanna Klode Davidsen og Jóhan Frói á Ørg.
Kvinnurnar stjórna eisini í Sørvági Kvinnurnar stjórna eisini í Sørvági
Sørvágs kommuna fær nýggjan borgarstjóra. Fýra kvinnur sita tí í teimum fýra ovastu fólkavaldu sessunum í Vágunum.
info
Danjal av Rana
15. november 2016 kl. 11:16
Mest lisið hesa vikuna
Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?
4. november kl. 23:26
Signa skrivaði søgu við gullmedalju
4. november kl. 22:29
Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni
5. november kl. 19:54
Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði
4. november kl. 22:28
Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«
7. november kl. 12:00
J. D. Vance eftir valið: - Øll vita hví vit taptu
4. november kl. 16:31
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Rættarmálið hjá Trump móti BBC kann halda fram
6 minuttir síðan
Lesarabrøv
Avmakt er eisini makt – hesin veturin verður drúgvur
40 minuttir síðan
Tíðindi
56 fleiri í Sunda kommunu eftir einum ári
2 tímar síðan
Hondbóltur
Pengarnar 750 ferðir aftur um Føroyar vinna EM-gull
3 tímar síðan
Tíðindi
Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól
4 tímar síðan
Hondbóltur
Faxe Kondi: KÍF vann stórsigur á H71 2
4 tímar síðan
Tíðindi
Stuttfilmur um Lítla Dímun vann heiðursløn
4 tímar síðan
Fótbóltur
Jónas Prior og Jóhan Josephsen skifta til Víking
4 tímar síðan
Tíðindi
Nivi Olsen leggur frá sær eftir kravi frá egnum flokki
5 tímar síðan
Fótbóltur
Meistaradeildin kvinnur: Jensa var besti leikarin í oktober
5 tímar síðan
Tíðindi
Klaus Kjellerup deyður
5 tímar síðan
Tíðindi
Frágreiðing: Tiltøk móti Russlandi verða umgingin
7 tímar síðan