Føroyar hava í kvøld vunnið stafettsvimjing hjá kvinnum á Oyggjaleikunum.
Kvinnurnar svumu 4x50 metrar frísvimjing, og har var føroyska liðið tað sterkasta.
Føroyar vunnu í tíðini 1:46.70.
Føroyska liðið var mannað við Biritu Debes, Kristinu Eliasen, Poula Øssurdóttir Mohr og Guðrun Mortensen.