Árliga kvinnutingið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini verður í Nesvík hin 3. februar 2018. Tiltakið hevur verið vælumtókt og hevur verið fullteknað í góðari tíð hvørt ár.
Evnið á tinginum hesaferð verður "Elska næsta tín sum sjálvan teg", og tilmelding til kvinnutingið letur upp á www.mission.fo fríggjadagin 19. januar klokkan 18.
Skráin fyri tingið byrjar klokkan 9 við móttøku og heldur siðan fram við morgunmati og livandi tónleiki, og klokkan 10 verður felagssangur.
Fyrrapartin verður eisini sangframførsla við Jórun Pólsdóttir, og eftir tað - eisini fyrrapartin - verður áhugatími við Øssuri Kjølbro sum fer at tosa um næstan.
Klokkan 13 verður ein góð máltíð, og tá máltíðin er fingin niður um, verður samvera, gongutúrur, bókaborð, bønarrúm og ymiskt annað.
Út á seinnapartin fara harmonikukvinnur at luttaka, og her verða eisini Tripeltrio, Sólbjørg Símunarson og Jonhard Hansen.
Klokkan 19 verður gallaveitsla, og tá verður døgurði, felagssangur, sangframførsla við Blátt Gras og Døgg, og tá fer Marjun Lómaklett, prestur, eisini at røða um evnið "Hvør er næsti mín?".
Eftir hetta verður hugni á skránni, og kvinnutingið í Nesvík endar klokkan 23.