Kvinnuundirskot og konservativa samfelagið

Tíðargrein:

(Framløga í Miðlahúsinum 11. september 2008)

 

 

Eg eri boðin at hava framløgu sum forkvinna í Javnstøðunevndini. Tí havi eg fyrst og fremst hugt at viðurskiftum í kanningini, sum kunnu hava ávirkan á, at so nógvar kvinnur velja at halda seg burtur úr Føroyum.

 

 

Smb. tølum frá Hagstovuni hava menn verið í meiriluta í FØ seinastu 80 árini.

 

Hetta er einki eindømi fyri Føroyar. Á øllum smáplássum kring Norðuratlantshav eru í dag færri kvinnur enn menn. Tær rýma á stór pláss, tí at tær fáa ikki nóg nógvar arbeiðsmøguleikar í fiskivinnusamfeløgunum. Tær kenna seg skerdar í hesum samfeløgum, og tí rýma tær til størru býirnar. Tær fáa útbúgving og størv, sum eru í størru býunum, ikki á smáplássunum.

 

Kvinnurnar flyta fyrst til høvuðsstaðin í landinum og so til høvuðsstaðin í ríkinum. Úr provinsini til stórbýin. Hetta er neyvan serføroyskt.

 

Og kanningin, sum vit viðgera í kvøld, vísir eisini, at tey, sum koma heim, bæði kvinnur og menn, vilja, nógv tey flestu, búgva í Tòrshavn. Tey hava ongar planir um at flyta út á bygd. So tað er meginøkið ella stórplássini, sum vinna í kappingini um íbúgvar.

 

Vit hava eitt útoyggjafelag, sum stríðist fyri at útoyggjar skulu yvirliva (allarhelst í mun til Havnina), og vit hava Norðuratlantsbólkin, sum hevur tikið eitt áhugavert stig til at finna útav, hvussu vit fáa fólkatalið at veksa í FØ við at fáa fólk at venda heimaftur, soleiðis at føroyska samfelagið kann mennast og kanska enntá yvirliva.

 

Tradisjónin

Nógv av teimum spurdu halda, at samfelagið er ov konservativt. Men hetta tykist ikki hava stórvegis týdning fyri, um tey flyta heimaftur ella ei.

 

Ja, vit liva í einum sera tradisjonellum samfelag. Lønarmunirnir millum kynini eru risastórir. Menninir vinna pengarnar, og kvinnurnar arbeiða niðursetta tíð, ella arbeiða heima við hús. Og familjan eitur maður, kona og 2,7 børn. Eru vit støk, eru vit ónormal. Fyri ikki at tosa um, hvis vit eru samkynt.

 

Og so eru vit sannsýnligvís eisini heimleys, tí at tey fægstu hava ráð til tak yvir høvdið við einari inntøku. Her manglar politisk raðfesting í denn grad.

 

Kristna trúgvin spælir ein stóran leiklut. Her er ein munur, at yvir 90 prosent av útisetunum: ongantíð ella sjálvdan eru til guðstænastur/á møti. Kristindómurin er eisini nógv til staðar í politikki. Hetta man vera lítið tiltrekkjandi hjá fólki, sum ikki búgva í FØ.

 

Og so kann eg ikki lata vera við at nevna tað. Frá 1948 (ja langt áðrenn tað, sjálvandi), tá ið tingið bleiv lóggevandi, og til dagin í dag (við sera fáum undantøkum) hevur føroyski politikarin verið í kallkyni, og nakað væl til aldurs komin. Hetta sæst væl og virðiliga aftur í teimum politisku raðfestingum, sum higartil hava verið gjørdar í Føroyum.

 

Til fyri sera stuttari tíð síðani vóru næstan eingi konufólk at síggja í almenna rúminum. Men nú eru tær (guðhjálpimær) so smátt byrjaðar at stinga nøsina fram og blanda seg, bæði í leiðslu á almennum arbeiðsplássum og í politikki. Innan leiðslu í privata vinnulívinum og í nevndum, sum geva nógvar pengar, eru kvinnur tó enn so gott sum ósjónligar. Men hesin spurningur verður eisini nógv umrøddur í okkara grannalondum, har kvinnur eisini eru fráverandi innan leiðslu og í nevndum í privata vinnulívinum.

 

Havi eitt sindur ilt við at skilja orsøkina til tær fráverandi kvinnurnar í politikki. Tí her hjá okkum, sum í øllum fiskivinnutjóðum, hevur kvinnan einsamøll koyrt biksina heima, meðan maðurin hevur verið til skips. Við so nógvum valdi á heimafrontinum, hví hava føroysk konufólk so ikki, sum tey íslendsku, verið meira virkin í politikki? Hesin spurningurin kundi verið áhugaverdur at viðgjørt.

 

Børn hava tað gott og trygt í FØ. Tey eru trygg, og kunnu sjálvi renna, har tey hava hug. Og tey flestu foreldur hava bakland sum ommur og abbar, sum gleðiliga taka sítt tørn. Men baksíðan av medaljuni við at liva í einum lítlum samfelag er manglandi anonymitetur, sosialt eftirlit, og annars næstan eingi av teimum tilboðum, sum eru í stórbýnum.

 

Tí Føroyar eru ein provins, og blíva ongantíð til stór-samfelag, við teimum fyrimunum og vansum, sum stór-samfelagið hevur.

 

Kanska er tað lættari fyri kvinnurnar at bróta mynstur uttanfyri Føroyar. Kanska er tað tankin um tær tradisjonellu kynsrollurnar, sum eftir lønarmuninum og eftir kvinnuligari luttøku á arbeiðsmarknaðinum at døma, enn trívast væl í Føroyum, sum er frástoytandi. Í Danmark og aðrastaðni er kanska lættari fyri konufólk at velja júst tann lívsformin, sum tær ynskja, enn tað er í pinkulandinum Føroyum.

 

Hvat kann gerast?

Viðvíkjandi konservativa samfelagnum er tað viktugt alla tíðina at mýkja karmarnar fyri tí normala. Tað er viktugt, at so nógv sum møguligt (eisini kvinnur) stinga nøsina fram og blanda seg, eisini uttanfyri heimið. Í almenna kjakið, í politikk, í leiðslu, á arbeiðsmarknaðinum. Alla staðni. So at tað ikki longur verður ‘ónormalt’ at hoyra konufólk við áskoðanum.

 

Undan løgtingsvalinum í januar vóru evni sum vælferðartænastur, kvinnutrot og javnstøða nógv umrødd. Hetta hongur saman. Og snýr seg um politiskar raðfestingar. Og um viljan til eitt vælferðarsamfelag.

 

Politiski myndugleikin eigur, í nógv størri mun enn higartil, at arbeiða meira virkið fyri at fáa javnstøðu innførda í øll løg í samfelagnum. Hetta kann gerast uppá nógvar mátar. Men tað krevur politiskan vilja og raðfestingar.

 

Her er ov mikið at tríva í: lønarmunir millum kyn, hvussu ber til at kombinera familjulív og arbeiðslív, undirvísingartilfar í fólkaskúlanum. Og eg kundi hildið fram.

 

Sum er, er Demokratia so gott sum tað einasta tiltakið á javnstøðuøkinum, umframt Javnstøðunevndina. Demokratia arbeiðir við at fáa fleiri kvinnur at taka lut í politiskum avgerðum.

 

Úrslitið av arbeiðinum hjá Demokratia hevur nógv at siga fyri, hvussu politisku raðfestingarnar verða í Føroyum frameftir. Og harvið nógv at siga fyri, hvussu nógv fólk tíma at búgva her í framtíðini.