Í dag hava fimm føroysk lið luttikið í HM í estetiskum fimleiki, sum er í Budapest, Ungarn.
Kvinnuliðið Hydra og kvinnuunglingar Eina vunnu FM og vunnu sær luttøku til kappingina. Aftrat teimum luttóku kvinnur Hulda, kvinnuunglingar Nora og kvinnuunglingar Vípan.
Tað gekk væl hjá føroysku liðunum og Vípan komu við í finaluna, sum verður í morgin kl. 10.00.
Fremsta unglingaliðið í dag gjørdist Minetit Junior úr Finlandi. Tær framførdu til sangin »Í tokuni« hjá Eivør Pálsdóttir. Stuttligt er at síggja, at finsku koreografarnir, sum vitja okkum, eisini fáa føroyskan íblástur.
Beinta Danielsen og Elna Johannesen hava síðstu mongu árini dømt til HM og vóru tær eisini við í dag.
Úrslitini:
Kvinnur Hydra 15.5
Kvinnur Hulda 14.7
Kvinnuunglingar Vípan 14.9
Kvinnuunglingar Eina 14.2
Kvinnuunglingar Nora 14.05
Finalan sæst beinleiðis her: