Kvirr syngur á hvalbiarmáli um minnir úr heimbygdini

– Hesin sangurin er ein heiðran til øll tey vøkru minnini frá mínum barna- og ungdómsárum, sigur Eva Døgg Bragadóttir um nýggja sangin, hon hevur givið út í dag. Hon syngur á hvalbiarmáli

Kvirr (Mynd: Martin Liebmann)

Eftir debutútgávuna av Vindtårer bjóðar sangarinnan Kvirr nú lurtarunum við til føroysku røtur sínar við sanginum Tá myrkrið fellur á.

 

Við íblástri frá barna- og ungdómsminnum úr heimbygdini Hvalba, málar sangurin eina livandi mynd av kvøldargongutúrum á stillum gøtum – oftast á veg heim til vinkonur.

 

Sangurin vekur eina inniliga og hugleiðandi kenslu, ið minnir um Teardrop hjá Massive Attack.

 

– Hesin sangurin er ein heiðran til øll tey vøkru minnini frá mínum barna- og ungdómsárum. Hann er tilætlaður mínum barndómsvinum, sum eg eri so heppin at hava í lívinum enn, sigur Eva Døgg Bragadóttir, sum í tónleikahøpi kallar seg Kvirr.

 

Hon vaks upp í Hvalba, áðrenn hon sum 16 ára gomul flutti til Danmarkar. Hon hevur gjørt tónleik á donskum áður, men roynir seg nú á móðurmálinum.

 

– At skriva á føroyskum følist sera persónligt, næstan sárt – og tað er júst tað, sum ger hendan sangin so serstakan fyri meg. Eg valdi eisini fyri nógvum árum síðani, at eg vil syngja á hvalbiskum, sigur hon.

 

Sangurin sameinir duldarskapin í føroyska landslagnum við náttarliga friðin í einari dreymakendari og atmosferiskari ljóðmynd.

 

Við Tá myrkrið fellur á heldur Kvirr fram við at kanna tað inniliga og persónliga í sínum tónleikaheimi og blandar indiepop, tíðleysar og hugleiðandi tónar.

 

Hoyr nýggja sangin her:

 

##med2##

 

Fylg Kvirr á Facebook HER.

 

Upplýsingar um sangin

 

Skrivað hevur: Eva Døgg Bragadóttir

 

Framleitt/producerað hevur: Eva Døgg Bragadóttir og Timur Allisstone

 

Mix: Timur Allisstone

 

Master: Jasper Jagd

 

Distributør: Digidi

 

Sangurin Tá myrkrið fellur á er eisini at hoyra á Spotify.

 

Kvirr (Mynd: Martin Liebmann)