Kvívíkingar eru aftur í fremstu røð

Kappróður: Dreingjamanningin á Junkaranum var fremst so at siga allan vegin

Í 1997 hefti eingin fyri Drekanum hjá Havnar Róðrarfelag. Hann vann allar róðrarnar og fór avstað við útvarpssteypinum, sum hann vann í lutakasti við snópnu manningina umborð á seks mannafarinum Hvessingi, mannaður við monnum.

Tað er longu nú greitt, at hvørgin av hesum báðum manningunum fer at vinna allar róðrarnar í ár.

Menninir umborð á Hvessingi vóru ikki á norðoyastevnu. Tað var Drekin, og hann lá fram við at vinna, men tað eydnaðist ikki. Tí syrgdu dreingirnir umborð á Junkaranum úr Kvívík fyri.

Junkarin vann við næstan hálvum triðja sekundi, og tað er sannførandi í kappingini millum fimm mannaførini við dreingjamanningum. Tað er harafturat vert at leggja til merkis, at Junkarin var nummar seks í startrøðini, meðan Drekin var nummar fýra. Harvið skuldi havnarbáturin verið tann av teimum báðum, sum fekk fyrri lívd fyri lotinum, sum kortini ikki var so hvast, tá fyrsti róðurin varð avgreiddur.

Junkarin var fremstur alla tíðina, og Drekin var næstfremstur alla tíðina. Tá bátarnir komu inn á Kósabrúnna royndi Blikur av Argjum, sum lá eystastur, at blanda seg upp í kappingina. Hann vann seg fram á eitt trygt triðja pláss, men hann var ongantíð við í kappingini um fyrsta plássið.

Drekin royndi at hótta Junkaran, meðan bátarnir róðu inn móti bedingini, men tá teir róðu framvið havnarlagnum, har treisku áskoðararnir stóðu, var sjón fyri søgn, at teir umborð á Junkaranum høvdu størst orku og vóru í bestu venjingarstøðuni.

Tað var stór kapping um plássini frá fýra og til seks. Svanur á fjórða plássi var bara eitt sekund frammanfyri Erlu Kongsdóttir, sum endaði á sætta plássinum.


Bátarnir í heimasjógvi endaðu aftarlaga

Klaksvíksdreingir mannaðu á heimasjógvi tveir bátar ? Fípuna Føgru, sum teir sjálvir eiga og so Rituna, sum kappróðrarfelagið norðuri í Norðdepli og í Hvannasundi eigur ? men tað eydnaðist ikki serliga væl. Fípan Fagra, sum ikki verður mett at vera í serliga góðum standi, tapti hørðu kappingina við Báruna um sjeynda plássið, og Ritan, sum hevur verið mett sum nógv tann betri báturin hjá klaksvíksdreingjum at rógva við, endaði næstaftast, eitt sekund frammanfyri Sílið. Vert er í hesum sambandi at leggja til merkis, at báðir bátarnir hjá klaksvíkingum lógu vestarlaga. Ritan hevði startnummar tvey, og Fípan Fagra hevði startnummar trý. Fyri kappróðurin í Klaksvík og í Føroyum sum heild er at vóna, at teir í Klaksvík halda á at venja og at bjóða seg fram at kappast á stevnunum. Næststørsta plássið í landinum eigur sjálvandi at vera við til at mynda kappingina. Tað hava teir ikki verið við til tey seinnu árini, og úrslitið á norðoyastevnu vísir, at góð úrslit er ikki nakað, sum kemur eftir einum degi, sjálvt um manningarnar venja nógv og halda seg at vera væl fyri. Talan er um møðsamt og tíðarkrevjandi arbeiði, og tað skal ein stór íløga til, áðrenn nøkur úrtøka fæst.