Livandi tónleikur og framløgur eru á skránni á kvøldsetu, sum Amnesty International, Kvinnuhúsið og Almannamálaráðið skipa fyri mikukvøldið 25. november.
Skipað verður fyri kvøldsetuni í samband við, at 25. november er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum. Endamálið við degnum er at varpa ljós á, at harðskapur móti kvinnum er ein heimsumfatandi trupulleiki.
Eisini í Føroyum fara vit at varpa ljós á henda trupulleika. Tí eisini í Føroyum eru kvinnur fyri harðskapi.
Tey, sum taka lut eru Elin Reinert Planck, leiðari í Kvinnuhúsinum, sum fer at greiða frá virkseminum í Kvinnuhúsinum, sum fyllir 25 ár í ár, Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer at tosa um ætlanirnar hjá samgonguni í sambandi við harðskap í parløgum og nærsambondum, og Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, fer at tosa um næstu stigini í arbeiðinum at basa harðskapi í parløgum og nærsambondum.
Harumframt fer Lena Anderssen at framføra nøkur løg.
Kvøldsetan er í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu í Havn, og hon er almenn og ókeypis.