Hóskvøldið 7. apríl klokkan 19 verður triðja kvøldsetan á hesum sinni um útróður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Fólk hava tikið væl undir við hesum tiltaki, og tað hevur verið áhugavert at lurta eftir so væl, sum hesir menn hava dugað at sagt frá.
Frásagnirnar livdu sítt sæla lív um varrakant og lótu hugmyndirnar í ein gyltan stakk, sum vóru útróðrarmonnum til mikla tign, miklan sóma og okkum øðrum at gagni.
- Vónandi verður kvøldsetan hóskvøldið eisini eitt gott frásøgukvøld. Í steðginum verður ein góður dussur, føroyskt breyð og okkurt forkunnugt upp á breyðið.
Fyrireikararnir av tiltakinum í Fuglafirði siga, at tey, sum fara at siga frá á hesi triðju kvøldsetuni um útróður, verða Albert Eldevig, Bjørghild Arnoldtsdóttir, Petur Mohr, Poul J. Lundsbjerg og Egil Emilsson Toftegaard.