Kvonn er spennandi fólkatónleikarabólkur og nakrir av limunum eru gamlir í garði á økinum Kvonn spælir fólkatónleik og tey áttu Posthúskjallaran til sína framførslu.
Fleiri av limunum eru sannir veteranar á økinum. Kristian Blak, Sharon Weiss og Ívar Bærentsen hava spælt saman leingi og unga Angelika Nielsen hevur ? hóast sín unga aldur ? longu verið við í nøkur ár og hon hevur fyri langari tíð síðani prógvað sínar dygdir sum fiólleikari.
Bólkurin spælir væl og fløga kemur við bólkinum um stutta tíð.
Hetta er spennandi, tí asfaltlurtarar fingu høvi at hoyra teirra tónleik, sum millum annað hevur íblástur úr gamlari nótabók hjá Jens Chr. Svabo.