Tað er ikki líkt til, at fleiri skip fara á Flemish Cap í ár, tí nú er bara ein góður fjórðingur eftir av kvotuni. Kvotan er tilsamans 3.246 tons, og higartil hava skipini fiskað 2.410 tons. Sostatt eru 836 tons eftir at fiska, og á Fiskiveiðieftirlitinum vænta tey, at kvotan verður uppfiskað um einar 10 dagar.
Trolararnir hava fiskað eina góða helvt av kvotuni ella tilsamans 1.664 tons. Brestir hevur fiskað 460 tons, Sjagaklettur 371, Phoenix 431 og Vesturleiki 383 tons. Phoenix hevur júst verið inni í Saint Pierre og er á veg útaftur. Tað tekur umleið tvey samdøgur at sigla.
Tey trý línuskipini, sum hava verið á Flemish Cap í ár, hava fiskað 746 tons tilsamans. Kambur hevur fiskað 269 tons, Klakkur 268 og Váðasteinur 208 tons.