Føroyingafelagið, Fremad Amager hevur fingið eina hampuliga byrjan uppá nýggja kappingarárið. Í tveimum teimum fyrstu dystunum hevur talan verið um tveir javnleikir, og tað haldi tey á Amager er góðkent fyri eitt uppflytaralið.
Ígjár tók Fremad Amager ímóti FC Fredericia á leikvøllinum í Sundby á Amager. Dysturin endaði við javnleiki 0-0. Bæði Bárður Hansen og Heini Vatnsdal vóru við frá byrjan, og fingu fulla spælitíð.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum, sum var javnur og spennandi til ta seinastu løtuna, tá FC Fredericia trýsti nógv, og var ógvuliga nær við at skora.
Upptøkan er YouTube rásini hjá Fremad Amager.