Kykmynd: Holst og Heini við í stórsigri

(Kykmynd) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Fremad Amager-Aarhus Fremad 5-1 her

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum í uppflytingarbólkinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini millum Fremad Amager við Christian Lamhauge Holst og Heina Vatnsdal á liðnum og Aarhus Fremad. Fremad Amager vann heili 5-1.

 

Hvørgin føroyingurin fekk mál í dystinum, sum var leiktur ígjár, men á upptøkunum sæst ein sera góð roynd, sum Christian Lamhauge Holst hevur ímóti málinum hjá Aarhus Fremad, sum málverjin hjá Aarhus Fremad jústar uppum málið. Christian Lamhauge Holst var skiftur út miðskeiðis í seinna hálvleiki. 

 

Fremad Amager liggur á øðrum plássi í uppflytingarbólkinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini við 19 stigum. Frem er á odda við 22 stigum. Trý tey ovastu liðini flyta upp í næstbestu deildina. 

 

Tað er YouTube rásin hjá Fremad Amager, sum hevur lagt hæddarpunktini út á YouTube.