TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum í tí fyrsta undanumfarinum í Europa League millum Levadia Tallinn og HB, har HB á útivølli tryggjaði sær eitt gott útgangsstøðið.
Hepnið er sjáldan við føroyskum liðum úti í Evropa, sum brendir málmøguleikar og norðurírskir dómarar eru góð dømi um, men tíbetur hevði Ròkur á Fløtum Jespersen hepnið við sær, tá hann við einum frísparksmálið í 20. minutti tryggjaði HB eitt gott útgangsstøði og føroyska Europa Cup roknsskapinum eitt stig. Frísparksmálið hjá Róki bleiv - tíbetur - avrættað, og fór í málið.
Annars sæst á upptøkuni hvussu heitt tað var í Tallinn. Beint aftaná málið síggjast HB´arnir í skundi fáa sær vesku til at klára at spæla víðari. Levadia Tallinn fær ikki tann trupuleikan á ovara vølli í Gundadali komandi hóskvøld klokkan 18, tá HB skal royna at vinna seg víðari. Um tað eydnast HB at vinna seg víðari bíðar Slavia Prag úr Kekkia, sum verður ein spennandi uppgáva í einum teimum vakrastu býunum í Evropa.