Kylian Mbappe bleiv í gjár yngsti fraklendingurin, sum hevur skorað í Champions League. Tað gjørdi 18 ára gamli framherjin hjá Monaco í 5-3 tapinum fyri Manchester City.
Les eisini: 14 mál í tveimum dystum
Hann spældi í gjár sum ein maður, men er bara 18 ár. Framherjin prógvaði, at hann er til reiðar at avrika á høgum stigi í teimum størstu dystunum. Málið til 2-1 til gestirnar úr Monaco var eitt framúr væl avgreitt skot.
Franski framherjin vísti eisini fleiri ferðir, at hann hevur nógva ferð og er til reiðar at bjóða av. Tí kemur samanberingin við Thierry Henry, sum somuleiðis fekk sítt gjøgnumbrot í Monaco, ikki av ongum.
Kylian Mbappe, sum fylti 18 ár á jólum, tók eisini metið frá Thierry Henry, sum tann yngsti, ið hevur umboðað Monaco. Tað gjørdi hann í 2015, tá hann kom á vøllin sum bara 16 ár og 347 dagar gamal. Tveir mánaðir seinni skoraði hann fyrsta málið fyri Monaco.
Tað nyttar einki at tosa við Kylian Mbappe um gjøgnumbrotið hjá Thierry Henry til HM 1998, tí tá var Kylian Mbappe ikki føddur.
Monaco ein málmaskina
Fyrra 1/8 finalan í gjár fer í søguna, sum ein av teimum heilt undirhaldandi. Tað kemur ikki púra óvart á, tí Monaco er tað liðið, sum hevur skotið flest mál í fimm av teimum stóru landskappingunum í Evropa.
Monaco hevur higartil skotið 76 mál. Tað eru fleiri enn Bayern Munchen (46), Arsenal og Liverpool (54 í part), Napoli (60) og Barcelona (63). Umframt hetta, so er vert at nevna, at felagið fyri hálvum øðrum ári síðani seldi lýsandi stjørnuna, Anthony Martial til Manchester United.
Ungir spælarar gera um seg
Í dystinum millum Manchester City og Monaco var ein annar ungur spælari, sum vísti sínar dygdir. Talan er um skjóta vongin, Leroy Sané. Hann bæði legði upp og skoraði í dystinum. Leroy Sané, sum spældi á Tórsvølli í 2015 við týska U21 landsliðnum, átti stóran lut í sigrinum hjá Manchester City.
Í hinari 1/8 finaluni, sum var millum Bayer Leverkusen og Atletico Madrid, stjól ein annar ungur maður ljósið. Talan er um 17 ára gamla Kai Havertz, ið byrjaði inni fyri týska heimaliðið. Altetico Madrid vann dystin 4-2.
Champions League 1/8 í dag:
FC Porto – Juventus (19:45)
Sevilla - Leicester City (19:45)