Kylie fekk kongaligt heiðurstekin

39 ára gamla avstalski sangfuglurin Kylie Minogue var sera rørd, tá hon í farnu viku fekk handað sítt OBE (Order of the British Empire).

Tá Kylie fekk boðini, segði hon, at hon var djúpt rørd av at verða heiðrað av landinum, hon altíð hevur sæð sum sítt ’ættleiðingar-land’. Samstundis nýtti hon eisini høvið at takka bretsku fjepparunum fyri stuðulin, meðan hon hevði bróstkrabba – ið hon til alla lukku er grødd frá nú. Í dag eru skjótt 20 ár síðani, at Kylie fekk sína fyrstu stakfløgu á eitt fyrstapláss á bretska hitlistanum.