Bæði kvinnu- og mansdystur er á skránni í høllini í Vestmanna í dag ímillum VÍF og Kyndil. Kvinnudysturin er júst avgreiddur, og har vann Kyndil greiðan sigur.
Kyndil vann nevniliga heili 34-20. Talan var um ein dyst, har munurin á liðunum var akkurát tann sami í báðum hálvleikunum. Hálvleiksstøðan var 17-10 til Kyndil, og seinni hálvleikur endaði eisini 17-10 til kyndilskvinnur, tískil 34-20.
Toppskjútti í dystinum var Turið Arge Samuelsen, sum byrjaði hetta kappingarárið í VÍF. Barndómsfelagið hjá henni er tó Kyndil, og tað vardi ikki leingi, áðrenn vinstri vongurin fór heim aftur til barndómsfelagið. Í dag skoraði Turið Arge Samuelsen átta mál.
Úrslitið merkir, at kyndilskvinnur eru ájavnar við neistakvinnur í stigum - bæði liðini eru fremst við 16 stigum. Tó hevur Kyndil spælt 10 dystir, meðan Neistin hevur spælt 9 dystir.
Hesar skoraðu málini í kvinnudystinum í Vestmanna:
VÍF-Kyndil 20-34 (10-17)
VÍF: Daniella Joensen 5, Kathe Frederiksen 3, Lív Ingdorsdóttir 3, Agnas Olsen 3, Brynja Rógvadóttir 2, Bjørg Nielsen 1, Randi Virgarsdóttir 1, Heidi Maria Akselsen 1, Ronja Johannesen 1.
Kyndil: Turið Arge Samuelsen 8, Anna Armgarðardóttir Brimnes 7, Guðrið Geirsdóttir Eystberg 3, Bára Krossteig Hansen 3, Anja Hammer 3, Ásleyg Súnadóttir 3, Súna Krossteig Hansen 3, Bjarta Johansen 2, Lea Durhuus 1, Eyðleyg Súnadóttir 1.