Kyndil berjist fyri lívinum

Skal kvinnuliðið hjá Kyndli gera sær vón um at halda sessinum í bestu deildini, skulu tvey stig á kontina, tá tær sunnudagin spala á útivølli móti StÍF

Hondbóltur

 

Kappingin í botninum av kvinnukappingini í hondbólti hevur síðan fyrsta umfarið staðið millum StÍF og Kyndil. Og við at vinna báðar dystirnar fyrra partin av kappingini hevur StÍF sett seg í góða støðu í dystinum um at sleppa undan at skifta pláss við VÍF, sum longu nú er væl ávegis í royndunum at vinna kappingina í næstbestu deildini.

Soleiðis sum úrtøkan hjá teimum báðum niðaru hevur verið móti hinum fýra, so er eingin ivi um, at tað er í innanhýsis dystunum millum Kyndil og StÍF, at avgerðin um niðurflyting fellur. Og við fýra stigum á muni er talan um klokkuklárar treytir til Kyndil. Vinn ella forsvinn! Og tað í sjálvum sær er kanska heldur ikki nóg mikið, tá hugt verður at málmuninum hjá liðunum.

 

Brakar í oddinum

Og eisini í hinum báðum dystunum verður talan um satt brak.

Í Klaksvík kemur Tjaldur á vitjan hjá Stjørnuni í eini undanframførslu av steypafinaluni, sum skal spælast um eina viku. Og hóast steypið ikki stendur upp á spæl hesaferð, so er talan um gyltan møguleika hjá Tjaldri at staðfesta, at tær eisini ætla sær pláss í FM-finaluni. Og sigurin á VB seinsta vikuskifti man ikki hava gjørt vónirnar verri í so máta. Og hóast Stjørnan støðugt hevur verið rópt favorittur í kappingini, so hava úrslitini hóast alt víst, at tað eisini ber til at vinna á teimum.

Og í Havn er dystur millum Neistan og VB. Neistin hevur í vetur roynt at fylgt við teimum trimum ovaru liðunum, men tað hevur tó gingið heldur striltið. Og skulu tær gera nakað sum helst í so máta, so er kravið nú tvey stig, hvørja ferð farið verður á vøllin.