Kyndil boðar frá, at felagð hevur gjørt sáttmála við 26 ára gamla Milan Zegarac. Hann kemur úr Serbia, men hevur ta seinastu tíðina spælt í RK Spacva í bestu kroatisku deildini, skrivar Kyndil á heimasíðuni.
Milan Zegarac er vinstrahentur, og spælur tískil mest í høgru síðu verður sagt. Kyndil hevði eitt misjavnt kappingarár farna kappingarár, har liðið til tíðir spældi heilt væl, men eisini botnaði lágt.
Tað bleiv hvørki til eitt pláss í steypafinaluni ella í FM finaluni. Síðani hevur stóri og sterki strikuspælarin, Hørður Fannar Sigtórsson skift til Team Klaksvík. Nú hevur felagið so fingið Milan Zegarac í hópin til komandi kappingarár.