Kyndil-Neistin 22-20
(10-14)
So skjótt sum steyp og heiðursmerki vórðu handað kvinnuliðunum, sum framman undan høvdu gjørt finaludystin av sær, vóru bestu mansliðini hjá Kyndli og Neistanum at síggja á vøllinum, har vøddarnir skuldu hitast og mýkjast áðrenn stóra dystin.
Sum nevnt í leygardagsblaðnum, so vóu krøvini hjá kyndilsliðnum sera greið undan dystinum. Varð dysturin ikki vunnin, kundu teir helst gloyma alt um at vinna nakað sum helst í ár, og fyri sigursvanda havnarfelagið, hevði hetta helst verið ein sera herskin biti.
Krøvini til neistaliðið vóru kanska ikki heilt so ultimativ, men hinvegin vildu teir sjálvsagt ógvuliga fegnir fingið fatur á steypinum. At tað vóru grannarnir, sum stóðu himumegin miðlinjuna, órógvaði kanska als ikki, tí í trimum innanhýsis uppgerðum higartil í ár hevði Neistin hvørja ferð verið við yvirlutan.
Kanónirnar dundu
At byrja við var eisini líkt til, at neistaliðið so sanniliga eisini ætlaði sær at vinna hesa uppgerðina móti grannunum.
Álopsspælið gekk sera væl fyrstu tíðina, og umframt at Áki og Heini høvdu onkur av sínum vælkendu høggum, sluppu aðrir leikarar sær eisini fram at.
Í verjuapartinum stóð liðið seg eisini sera væl, og gjørdust kyndilsmenninir ov naskir, tók Petur Magnusson sær av tí mesta.
Einastu kyndilsleikararnir, sum veruliga megnaðu at hótta neistamálið, vóru tveir av ungu leikarunum á liðnum, Janus Einar Sørensen og Bjarni Wardum. Av teimum tíggju málunum, sum Kyndil fekk fyrra hálvleik, áttu teir heili sjey, og høvdu teir sín part av æruni fyri, at munurin í hálvleikinum ikki var størri enn tey fýra málini.
Serliga var tað merkisvert, at Janus Einar skuldi gera somikið nógv um seg. Ikki tí, hann er góður spælari, sum uttan iva hevur evnini til at gerast fremsti strikuspælarin í landinum, men tað tóktist ørkymla neistaverjuna nakað, at Kyndil gjørdi somikið nógva nýtslu av strikuspælinum, ístaðin fyri at nýta yvirgongdirnar á bakkinum.
Sum, hálvleikurin leið, byrjaði kyndilsverjan at fáa betri fatur á Heina, soleðis at verjan rullaði við, tá hann skuldi spælast upp til skot. Verri var statt hinumegin, og satt at siga gjørdi Áki júst sum honum lysti. Skotini brakaðu avstað, og Lars kundi ikki gera tað stóra fyri at verja meskararnar aftan fyri seg.
Ivaleyst hildu neistaviðhaldsfólkini, at sigurin var so at siga vísur, og tá Heini við einum skotið frá 20 metra fjarstøðu langaði bóltin í málið til hálvleiksstøðuna 14-10 mundi fagnaðurin ongan enda tikið.
Mansverjan riggaði
Kyndilsleikararnir tóktust eisini at hanga nakað við høvdinum, tá komið var út til seinna hálvleik. Tað tóktist nærum soleiðis, at leikararnir høvdu mist alla vón, men tað skuldi tó vísa seg, at soleiðis var nú ikki.
Seinni hálvleikur byrjaði tó við sama skili, men tá okkurt um triðingurin av teimum 30 minuttunum vóru leiktir, tók kyndilsvenjarin, Sophus Dahl Christiansen, eina avgerð, sum skuldi vísa seg at hava avgerandi týdning fyri endaliga úrslitið.
Í eini seinastu roynd at tippa kanónirnar hjá Neistanum varð gjørt av at mansverja bæði Aka Olsen og Heina Joensen.
Spakuliga kom Kyndil nú nærri og nærri Neistanum, men spurningurin var, um ikki ov nógv longu var mist. Tað vísti seg tó, at alt neistaliðið fullkomuliga steðgaði upp, nú stórskjúttarnir báðir ikki vóru tøkir.
Harafturat fann Lars Winther í málinum brádliga upp á, at nú skuldi eingin bóltur afturat fram við honum. Líkamikið hvat og hvussu, so var hann fyri bóltinum, og einar tvær ferðir bjargaði hann meistaraliga, tá Finnur slapp púrasta leysur av verjuni.
Í hinum gekst ikki eins væl hjá Peturi, sum tað gjørdi í fyrra. Hetta broyttist tó, tá Páll gjørdi av at senda Boga Henriksen í málið, men hóast Bogi stóð seg væl, tað lítla korterið hann var á vøllinum, so megnaði hann ikki einsamallur at halda kyndilsmonnunum frá málskjótingini.
So hvørt sum munurin minkaði gjørdust kyndilsmenninir alsamt grammari, og tá tveir minuttir vóru eftir at leika, komu teir endiliga fram um mótstøðumenninir, tá Hannis Wardum, sum nú er komin fyri seg eftir skaða, skoraði til 21-20.
Enn vóru tó eini 30 sekund eftir at spæla, so Neistin hevði møguleikan at koma aftur í aftur.
At teir ikki fingu møguleika til tess komst av, at teir ístaðin fyri at geva sær stundir til seinasta álopið, skundaðu sær inn móti kyndilsverjuni. Úrslitið varð, at teir noyddust at royna eina upstilling til tríggja metra kast, og tá henda miseydnaðist, kundi Hannis fanga bóltin og róliga kundi hann renna oman móti Boga Henriksen og langa seinasta málið í meskarnar.
At neistaleikararnir tá høvdu mist alla vón var eyðsæð. Tað vóru nøkur sekund eftir at spæla, tá Hannis fekk fatur á bóltinum, men eingin neistamaður sást fara rennandi eftir honum, í eini seinastu desperatu royn at forða fyri tapinum.
Vunnu á beinkinum
At tað hevði alstóran týdning fyri úrslitið, at Heini og Áki vórðu mansvardir, er helst eingin loyna, men tað er kortini undrunarvert, at neistaliðið ikki hevði nøkur móttrekk móti hesum.
Tað er ikki fyrstu ferð, og neyvan seinastu ferð, at teir báðir verða mansvardir, og tískil skuldi ein trúð, at liðið var fyrireikað upp á, at henda støðan tók seg upp.
Tað, sum hendi, var tó, at als einki hendi. Neistin fekk einans seks mál allan seinna hálvleik, harav trý brotskøst, og hetta er snøgt sagt ov vánaligt.
Eingin av hinum leikarunum gjørdi nakað sum helst um seg, og tað kann jú ikki vera ætlanin, at øll ábyrgdin skal hanga á tveimum herðum. Gaman í, Lars stóð ein ótrúliga góðan seinna hálvleik, men allíkavæl?
Enn er alt tó ikki mist hjá Neistanum, men skulu teir gera sær nakrar vónir um eitt FM-heitið, er tvingandi neyðugt, at venjarin fer at leita sær eftir ráðum móti hesum vápni.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Kyndil: Bjarni Wardum 6 (1), Janus Einar Sørensen 6, Hannis Wardum 5 (1), Hans Áki Dahl Christiansen 3, Uni Wardum 1, Regin Petersen 1, Jacob Jónsson 1
Neistin: Áki Olsen 8 (1), Heini Joensen 6 (3), Finnur Hansson 2, Kári Mortensen 1, Jákup Sverri Kass 1, Karl Oddmar Rasmussen 1, Áki Mørk 1
Brotskøst:
Kyndil 3, Neistin 4
Útvísingar:
Kyndil 4, Neistin 1
Dómarar úr Tjaldur:
Dánjal Hansen og Kári Hansen