Kyndil fekk sítt fyrsta stig

StÍF og Kyndil deildu stigini sínámillum í bestu kvinnudeildini í gjárkvøldið. Bæði liðini høvdu møguleikar at avgera dystin, men málverjarnir vístu stórspæl í seinna hálvleiki.

StÍF og Kyndil møttust í bestu kvinnudeildini í gjárkvøldið. StÍF hevur fingið eina hampuliga byrjan uppá kappingina, og um tær megnaðu at vinna á Kyndli, so høvdu tær lagt seg uppá triðja pláss í landskappingini.
Hjá Kyndli hevur ikki gingist serliga væl. Undan dystinum høvdu tær enn einki stig fingið, og tá tær manglaðu fleiri av stuðulsleikarunum til dystin, so vóru útlitini helt ikki tey allarbestu.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$StÍF betri byrjan
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Tað var eisini StÍF, sum byrjaði dystin betur. Tær vunnu sær eina lítla leiðslu frá byrjan av dystinum, og ígjøgnum allan fyrra hálvleik hildu tær seg beint frmmanfyri Kyndil. Tá 8 minuttir vóru eftir økti Rebekka Justinussen til 13-10, og tá bendi okkurt á, at StÍF fór at fara frá Kyndli. Men so fekk StÍF eina dupulta útvísing, og hetta gangnýtti Kyndil til fulnar. Tær fingu bart seg upp á javnleik, og teir allar síðstu minuttirnar komu tær eisini framvið StÍF, soleiðis at hálvleiksstøðan var 13-15 til Kyndil.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Málverjarnir tóku yvir
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Í fyrra hálvleiki høvdu málverjarnir ikki víst serliga gott spæl, men í seinna hálvleiki var øðrvísi. Nú byrjaðu málmenninir at bjarga ein stóran møguleika fyri og annan eftir, og liðini høvdu stórar trupulleikar at fáa mál.
Tað vóru tó kvinnurnar úr StÍF, sum vóru meira effektivar hesa løtuna, og eftir 10 minuttir av seinna hálvleiki høvdu tær vunnið seg fram um aftur Kyndil. Løtu seinni høvdu strandakvinnur økt um leiðsluna upp í tvey mál, og sum málverjarnir spældu, so kundi gerast tungt hjá Kyndli at koma aftur í dystin.
Men síðstu løtuna megnaði Kyndil at fáa fýra mál, meðan StÍF bert fekk tað eina, so tá StÍF fór í álop á síðsta sinni, var støðan 24-25 til Kyndil. Hesa løtuna høvdu málverjarnir staðið ótrúliga væl, og tí var okkurt, sum bendi á, at Kyndil kundi vinna dystin, tí StÍF hevði havt ringt við at skora hjá kyndilsmálverjanum síðsta løtuna. Í síðsta álopinum fór besti leikarin hjá StÍF, Ninna K. Johansen, tó ígjøgnum á vonginum, og hon langaði bóltin í longra málhorn til endaligu støðuna 25-25. Við hesum fekk Kyndil sítt fyrsta stig, meðan StÍF við javnleikinum megnaði at vinna seg uppá triðja plássið.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Málskjúttar StÍF:
Ninna K. Johansen 9, Rebekka Justinussen 6, Poula D. Olsen 5, Jóhanna í Króki 1, Malan Petersen 1, Bára B. Danielsen 1, Sólfríð Christiansen 1,  Ata Gregersen 1
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Útvísingar StÍF: 4
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Málskjúttar Kyndil:
Lina Andriulyte 9, Jacklyn Durhuus 6, Anja Heinadóttir 4, Kari Ann Petersen 3, Brynhild Klein 2, Ronja M. Mikkelsen 1
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Útvísingar Kyndil: 2