Talan verður um lokaluppgerð, tá FM-finalurnar eru á skránni skírishósdag, páskaaftan og møguliga 2. páskadag.
Kyndil greiddi sín setning so ruddiliga, tá teir í dag hølvaðu StÍF av.
StÍF fylgdi annars væl við fyrstu 20 minuttirnar, men so stóð púrasta fast hjá gestunum, sum at enda máttu leggja rygg til stórtap.
Seinasta stóra korterið snúi mesti spenningurin seg um, hvussu tað gekk í Vestmanna millum VÍF og Neistan, og tá tað at enda stóð greitt, at Neistin vann tí uppgerðina, var fagnaðurin á Kyndilsmonnum stórur.
Besti málskjútti hjá Kyndli í dag var Tummas Pauli Hanusarson, sum skeyt 9 mál. Bárður Danielsen skeyt 4 av málunum hjá StÍF.
Kyndil-StÍF 26-15 (11-7)