Kyndil í hálvfinaluna

Kvinnurnar hjá Kyndli megnaðu at leika seg víðari til hálvfinaluna í Coca Cola-kappingini, tá tær vunnu tepran sigur á StÍF

KVINNUHONDBÓLTUR

Síðsti dysturin í Coca Cola-kappingini hjá kvinnum var á skránni í gjárkvøldi, tá StÍF tók ímóti Kyndli. Júst hesi bæði liðini hava ligið og kappast um seinasta plássið í endaspælinum hjá kvinnum, og í síðsta umfarinum av grundspælinum eydnaðist Kyndli at tryggja sær hetta plássið, tá tær møttu júst StÍF.
Nú skuldi hesi bæði liðini stríðast um seinasta plássið í hálvfinalunum í steypakappingini.
Fyrstu løtuna av dystinum var Kyndil heldur oman á. Tær høvdu eina lítla leiðslu fyrsta korterið av fyrra hálvleiki, men munurin var ongantíð serliga stórur. Síðstu 15 minuttirnar av hálvleikinum tók StÍf tó dik á seg, og tá liðini fóru til hálvleiks førdi StÍF 13-11.

Avgerðin fall í síðsta minutti
Í seinna hálvleiki helt StÍf seg eisini framman fyri Kyndil fyrstu løtuna, men um miðjan hálvleikin fekk Kyndil tær aftur. Eftir hetta skiftust liðini um at skora restina av dystinum, og munurin á liðunum var næstan ongantíð meir enn tað eina málið. Onkuntíð førdi StÍF og onkuntíð førdi Kyndil. Síðstu løtuna megnaði Kyndil tó at leggja seg á odda við tveimum málum, men bert tveir minuttir seinni hevði StÍF aftur javnað, og nú stóð aftur á jøvnum við bert 1 minutti eftir at leika.
Henda síðsta minuttin dugdi Kyndil at halda høvdið kalt. Við málum frá Brynhild Klein og Bjørg Syderbø avgjørdu tær dystin, og sostatt hava tær tryggja sær luttøku millum síðstu fýra liðini í steypakappingini.


Fakta

StÍF-Kyndil 24-26 (13-11)
Málskjúttar:
StÍF: Ninna K. Johansen 8 (2), Bára B. Danielsen 5, Poula D. Olsen 4, Anna B. Danielsen 3, Sólfríð Christiansen 2, Ata Gregersen 2
Kyndil: Jórun Ludvig 6, Brynhild Klein 6, Lina Andriulyte 5 (1), Bjørg Syderbø 4, Barbara Egilstrøð 2, Ronja M. Mikkelsen 2, Ragnhild á Plógv 1
Brotskøst: StÍF 3, Kyndil 3
Útvísingar: StÍF 3, Kyndil 1