Kyndil hevði munin

Hondbóltur: Jónleif Sólsker mátti lútað fyri sínum gomlu liðfeløgum

1. deild menn:

StÍF-Kyndil 22-29 (7-11)


Kyndil vann annan av sínum tveimum 1.deildardystum á Skála sunnudagin. Kvinnurnar máttu lúta fyri StÍF, men eftir tann dystin, vunnu menninir sín dyst.

Mansdysturin var merktur av, at tað er tíðliga í kappingini, og liðini spældu ikki upp til tað, sum tey eru før fyri, tá tey um nakrar vikur eru komin í betri form.

Gestirnir úr Havn fóru beinanvegin fram um, og teir hildu seg eisini frammanfyri allan dystin. StÍF hekk í til teir fimm minuttir fyri leiklok mistu alt á gólvið og lótu Kyndil gera fimm tøtt mál.

Í hálvleikinum var munurin fýra mál, og allan seinna hálvleik var munurin millum fýra og tvey mál, men eftir at Jónleif Sólsker fimm minuttir fyri leiklok hevði skorað til 21-24 fyri sítt nýggja lið móti sínum gamla liði, og Poli Hansen síðani fekk tveir minuttir, gjørdi Kyndil bart og setti StÍF uppá pláss.

StÍF gav upp, og seinastu minuttirnar øktu Kyndlamenn munin við fýra málum, til endaliga úrslitið 29-22.

Hjá Kyndli var Hannis Wardum topskjútti, hann gjørdi sjey mál, og Uni Wardum (sum spældi mitt fyri nógva av tíðini) gjørdi seks mál. Hjá StÍF gjørdi Arthur Johansen flest mál, 10, meðan spælandi venjarin, Jónleif Sólsker, gjørdi fimm.

Næstu ferð spælir Kyndil móti H71, tann dysturin er leygardagin. StÍF skal spæla móti Neistanum á útivølli, og tann dysturin verður sunnudagin.