Kyndils-kvinnur kunnu skriva sín part av føroyskari hondbóltssøgu, tá tær í dag taka ímóti VÍF í næsta finaludystinum hjá kvinnum.
Kyndil vann fyrstu finaluna, sum varð spæld í Vestmanna, og nú hava tær grønu tveir matchbóltar í royndunum at vinna greipuna.
Og hendir tað, so er hetta fyrsta ferðin, at Kyndils-kvinnur vinna bæði lands- og steypakapping. Seinast í 90’unum vann Kyndil FM-heitið tvær ferðir á rað, men tá eydnaðist ikki at vinna steypakappingina. Og tá tær í 2000 vunnu steypakappingina, hevði Stjørnan tikið yvir í FM-dystinum.
Í Vestmanna var Kyndil greitt omaná, og tó at VÍF ta einu løtuna minkaði heilt nógv um munin, so hildu stórskjótandi Simona Petersen og hennara liðfelagar tørn. Tað merkir, at ein sigur ella ein javnleikur í dag er nóg mikið hjá Kyndli til at vinna FM-heitið og greipuna.
Finaludysturin í dag verður spældur á Hálsi í Havn, og dysturin byrjar klokkan 16.