Týskvøldið var dystur í Sunset-kappingini á Hálsi millum Kyndil og Stjørnuna. Kyndilsvenjarin, Geir Wardum, boðaði fyrr í ár frá, at hann fór at gera eina roynd at framskunda dystirnar hjá sínum liði, soleiðis at kappingarárið bleiv stytt mest møguligt.
Hetta hevur eisini eydnast teimum, og dysturin móti Stjørnuni týskvøldið var eisini tann síðsti hjá Kyndli í hesum kappingarárinum.
Mótstøðan í seinasta dystinum var tó alt ov sterk fyri Kyndil, sum mátti leggja rygg til ein knúsandi ósigur. Stjørnan vann stórt 42-18.
Besti málskjútti hjá Kyndli var Ann-Mari Wang við sjey málum, og Una Olsen skeyt eisini sjey mál fyri Stjørnuna.
Kyndil-Stjørnan 18-42(11-25)
Kyndil: Ann-Mari Wang 7, Randi Wardum 4, Ronja Mikkelsen 2(1), Linda Weihe 1, Ása Apol 1, Súsanna Petersen 1, Kari-Ann Petersen 1, Hildur Høghamar 1
Stjørnan: Una Olsen 7, Anna K. Samsons 6, Katarina Stjepanov 6, Alina Olaru 6, Bára S. Klakstein 6, Annika Ljósstein 6(1), Joan M. Djordjevic 5(1)
Brotskøst: Kyndil 1(1), Stjørnan 4(2)
Útvísingar: Kyndil 3, Stjørnan 3
Dómarar: Sámal Hansen og Dánjal Samuelsen