Kyndil: Lokalar kreftir venda heim

Tríggir spælarar venda heim til Kyndil undan komandi kappingarári

Kyndil boðar frá, at Høgni Klein Olsen, Rógvi Dal Christiansen og Ovi Lutzen koma aftur til Kyndil.

 

- Tað er við stórari gleði, at vit í Kyndli kunnu avdúka, at fleiri av okkara lokalu kreftum venda heim aftur til barndómsfelagið. Høgni Klein Olsen, Rógvi Dal Christiansen og Ovi Lutzen eru spælarar, sum fyrr hava spælt á besta mansliðnum. Allir hava teir umboðað fyrimyndarliga, og tað er tí eingin ivi um, at hendan lokala tilgongdin fer at styrkja liðið bæði á og uttanfyri vøllin, skrivar Kyndil.

 

Komandi kappingarár verða tað David Edvardsen og Jakob Lárusson, sum fara at standa á odda fyri besta mansliðnum hjá Kyndli. David stóð á odda fyri mansliðnum hjá Kyndli í júst farna kappingarárið. Harumframt hevur Kyndil gjørt sáttmála við styrkivenjaran Óla Hendrik av Fløtum. Óla Hendrik hevur drúgvar royndir sum styrkivenjari innan rógving, fótbólt og hondbólt.